Loyvið hjá Fjølriti endurnýggjað

Almanna- og mentamálaráðið hevur endurnýggjað loyvið hjá Fjølriti at virka sum upphavsrættarfelagsskapur. Loyvið er galdandi frá 1. apríl 2024 til 31. mars 2029. Í løgtingslóg nr. 30 frá 30. apríl 2015 um upphavsrætt, § 40, stendur, at felagsskapur, sum umboðar upphavsmenn innan ávísa listagrein, skal hava loyvi frá landsstýrismanninum til tess at útinna sítt virksemi … Læs mere

Fá lut í nýtslugjaldinum frá kommununum fyri 2021

Rættindahavarar kunnu nú fáa part av nýtslugjaldinum fyri verk, brúkt á kommunalum stovnum í 2021. Puljan hesa ferð er 756.931,44 kr. og fevnir um fjølritan innanhýsis og til undirvísing á stovnum, ið kommunan varðar av, til dømis fólkaskúlum, musikkskúlum, kvøldskúlum, barnagørðum og annað. Nýtslugjaldið verður býtt javnt ímillum allar fráboðanir, ið lúka treytirnar fyri at … Læs mere

Fá lut í nýtslugjaldinum frá kommununum fyri 2020

Rættindahavar kunnu nú fáa part av nýtslugjaldinum fyri verk, brúkt á kommunalum stovnum í 2020.  Puljan hesa ferð er kr. 586.741,05, og fevnir um fjølritan innanhýsis og til undirvísing á stovnum, ið kommunan varðar av, til dømis fólkaskúlum, musikkskúlum, kvøldskúlum, barnagørðum og annað. Nýtslugjaldið verður býtt javnt ímillum allar fráboðanir, ið lúka treytirnar fyri at … Læs mere

RITHØVUNDAR OG TÝÐARAR FÁA NÚ MINUTTGJALD

22. januar 2019 skrivaði Atli K Petersen, formaður í Fjølrit, undir enn eina avtalu. Hesa ferð við Ivan Niclasen, stjóra í Kringvarpi Føroya. Talan er um eina avtalu, ið gevur Kringvarpi Føroya rætt til at senda útgivið tilfar, til dømis at lesa skaldsøgu upp í útvarpinum. Afturfyri rindar Kringvarp Føroya viðurlag í mun til, hvussu … Læs mere