Nýtt starvsfólk í Fjølrit

Fjølrit hevur fingið nýggjan KT-mennara Heidi Durhuus, okkara nærlagdi, fyrikomandi og dugnaligi umsitari og KT-mennari seinastu hálvtfimtu árini, hevur fingið nýtt starv í Bergen, har hon og familja hennara býr. Heidi varð 1. apríl 2018 sett í starv sum fyrsta lønta starvsfólkið í Fjølrit nakrantíð.  Hóast rættindahavafelagsskapurin skjótt hevur 37 ár á baki, var umsitingin … Læs mere

Nýtslugjaldið frá miðnámi, hægri lestri og Próvstovuni 2020 klárt at býta út

Rættindahavarar kunnu nú senda inn fráboðan um at fáa lut í puljuni frá miðnámi, hægri lestri og Próvstovuni, fyri brúk av vardum verkum skúlaárið 2019/20.  Hesa ferð er puljan kr. 155.049,57, sum verður býtt javnt millum allar fráboðanir, ið lúka ásettu treytirnar. Evsta freist at senda fráboðan er fríggjadagin 11. november 2022 kl. 15.00. Svarað … Læs mere

KT-MENNARI TIL FJØLRIT

DÁMAR TÆR VÆL AT NØRDAST VIÐ TØLUM OG KT-SKIPANUM? DUGIR TÚ AT ARBEIÐA SJÁLVSTØÐUGT OG SKIPAÐ, AT HAVA YVIRLIT OG TRYGGJA SKJALFESTAN AV DÁTU? SO ERT TÚ KANSKA OKKARA NÝGGI KT-MENNARI, SUM SKAL TRYGGJA, AT SKRÁSETINGAR OG ÚTROKNINGAR FARA RÆTT FRAM, OG HARVIÐ STUÐLA UNDIR BURÐADYGGU LISTARINGRÁSINA. Starvsøki Starvið fevnir í høvuðsheitum um at víðarimenna … Læs mere

Norðurlendskur stórfundur í Íslandi

Fjølrit luttók 5.-6. mai 2022 á stórfundi fyri upphavsrættarfeløg í Norðurlondum. Fundurin var fyriskipaður av okkara íslendska systurfelagi, Fjølis, og varð hann hildin í Reykjavík. Hetta er fyrsti felags norðurlendski fundur síðan 2019, tá ið Fjølrit var vertur í Føroyum. Talan er annars um eina árliga afturvendandi siðvenju, og eftir ætlan verður næsti fundur Finnlandi … Læs mere