Skifti av nýtslugjaldi 2017

Fyri vard verk brúkt í undirvísing árið 2017 eru 106.666,40 kr at býta út til rættindahavar eftir grein 4 í reglugerðini fyri Fjølrit:

§ 4. VIÐURLØG, SUM IKKI KUNNU BÝTAST ÚT
Viðurløg, sum ikki kunnu býtast út, eru viðurløg, har neyðugar upplýsingar um rættindahavara ikki eru fingnar til vegar, áðrenn fyrningarfreistin er farin; tað veri seg viðurløg til útlendskar sum føroyskar rættindahavarar.

Og víðari eftir grein 4 stk 5 og stk 6

Stk. 5. Viðurløg, sum ikki kunnu býtast út, verða brúkt til
1. At býta út til rættindahavarar til at framleiða nýggjar útgávur, nýggjar framsýningar og aðra
nýgjørda framleiðslu innan øki, ið Fjølrit umsitur .

Stk. 6. Stjórnin tekur avgerð. Upphæddirnar skulu brúkast innan fyri virkisøkið hjá limafeløgum Fjølritar, tó uttan krav um limaskap.

Stjórnin hevur gjørt av, at upphæddin kann verða býtt út til at gera nýggj verk (punkt 1). Nýtslugjaldið verður býtt javnt ímillum allar umsóknir, ið lúka omanfyrinevndu treytir.

Evsta freist at senda fráboðan er fríggjadagin 10.septembur 2021 kl 15. Svarað verður um endaligu upphæddirnar um tvær vikur eftir freistina.

Fyritreytir fyri útgjald

1) Viðkomandi má hava givið verk út* frammanundan, har útgávuár er fyri 31.des. 2016.

*eitt verk er útgivið eftir grein 2 stk 2 í upphavsrættarlógini, tá ið tað er:

1) boðið alment til sølu, til láns, til leigu ella givið sum gáva,
2) sýnt fram alment,
3) framført alment.

2) Upphæddin skal brúkast til arbeiði við eini verkætlan fyri at gera eitt ella fleiri verk innanfyri sama øki sum útgivna verkið, og innan eitt øki*, Fjølrit í dag umsitur, sum uppgivið fyri 1)

*Økini, Fjølrit í dag umsitur, eru
- tekstir (grein, yrkistekstur, fagurtekstur, týðing, yrking),
- mynd (myndlist, fotografi) og
- nótar (sangtekstur, nótar).

3) Fyri bæði útgivna verkið, og nýggju verkætlanina er galdandi, at eintøk av verkinum antin eru framleidd í Føroyum, ella tey eru framleidd uttanlands við útgávu í Føroyum fyri eyga.

4) Útgávudagur fyri verk av nýggju verkætlanini má vera eftir fráboðanarfreistina.

5) harumframt skal rættindahavi hava skrásett seg hjá Fjølrit sum rættindahavi, áðrenn umsóknin verður send. Ert tú ikki frammanundan skrásett/ur sum rættindahavi, ger tað fyrst her

Er tú í iva, um tú lýkur treytirnar, les Ofta Spurdir Spurningar, send teldupost til post@fjoelrit.fo ella ring 238600.

Fráboðanarfreistin er farin.