Fá lut í nýtslugjaldinum frá kommununum fyri 2021

Rættindahavarar kunnu nú fáa part av nýtslugjaldinum fyri verk, brúkt á kommunalum stovnum í 2021.

Puljan hesa ferð er 756.931,44 kr. og fevnir um fjølritan innanhýsis og til undirvísing á stovnum, ið kommunan varðar av, til dømis fólkaskúlum, musikkskúlum, kvøldskúlum, barnagørðum og annað.

Nýtslugjaldið verður býtt javnt ímillum allar fráboðanir, ið lúka treytirnar fyri at fáa útgjald. Kunning um treytir og mannagongd fyri at boða frá er at finna her: 

https://fjoelrit.fo/skifti-av-nytslugjaldi/skifti-av-nytslugjaldi-kommunur-2021/

Ert tú í iva, um tú lýkur treytirnar, kanst tú senda ein teldupost til post@fjoelrit.fo ella ringja á tlf. 238600 ella 238601.

Freistin at senda inn fráboðan er fríggjadagin 28. apríl 2023 kl 15. Svarað verður um endaligu upphæddirnar umleið tríggjar vikur eftir freistina.

Fjølrit