Fjølrit – felag fyri føroyskar rættindahavar
Fjølrit er meginfelag hjá feløgum, sum umboða rættindahavar, tá ið verk, vard av lógini um upphavsrætt, verða nýtt.
Brúk merkir øll endurgeving – ljósriting, avriting, fjølriting og onnur margfalding av vardum verkum, tað veri seg við framførsla, útgáva ella framleiðsla, sama hvar, hvussu ella í hvørjum sniði verkið er skapt ella er til taks.
Limafeløg
Hesi feløg eru limir í Fjølrit og tað eru limir í hesum feløgum, Fjølrit umboðar.
- Rithøvundafelag Føroya
- Føroysk tónaskøld
- Føroysk myndlistafólk
- Føroyskir yrkisfotografar
- Føroysk bókaforløg
- Føroysk miðlafólk
Umboðsráðið
Hvørt limafelag tilnevnir eitt umboð og eitt varaumboð i umboðsráðið.
Umboðsráðið eigur fyrst og fremst:
- At gera av, hvussu Fjølrit skal virka og leggja virkisætlan.
- At hava eftirlit við stjórnini.
- At velja fólk í stjórnina og møguligar arbeiðsbólkar.
Umboðsráðið hjá Fjølrit er mannað við:
- Før. myndlistafólk: Ole Wich, formaður
- Rithøvundafelagið: Kim Simonsen, næstformaður
- Føroyskir yrkisfotografar: Jørgen Lützen, umboðsráðslimur
- Føroysk tónaskøld: Kristian Blak, umboðsráðslimur
- Føroysk miðlafólk: Uni Arge, umboðsráðslimur
- Føroysk bókaforløg: Jonhard Mikkelsen, umboðsráðslimur
Stjórnin
Stjórnin stjórnar virkseminum hjá Fjølriti.
Virksemið hjá Fjølriti er:
- At útvega upplýsingar og mæla til tiltøk til frama fyri áhugamálini hjá rættinda-havunum.
- At samskipa krøvini hjá limafeløgunum, samráðast og gera sáttmálar teirra vegna.
- At umsita og býta samsýningar og endurgjøld fyri at brúka upphavsrættarliga vard verk
- At veita feløgum hjá útlendskum rættindahavum til fals og taka ímóti samsýningum og endurgjøldum frá teimum.
Stjórnin er mannað soleiðis:
- Høgni Reistrup, formaður
- Niels Jákup Thomsen, skrivari
- Helle Thede Johansen, kassameistari
varalimir:
- Steintór Rasmussen
- Uni Arge
Sigmund Poulsen er knýttur at Fjølritum sum løgfrøðiligur ráðgevi.
Daglig umsiting
Heidi Durhuus, umsitari og KT-mennari.
Samband fæst við at senda teldupost til post(@)fjoelrit.fo.
(Sett í starvi per 1. apríl 2018)
Bygnaðurin
Lóg um upphavsrætt
Fjølrit hevur loyvi frá Mentamálaráðnum at virka sum rættindafelagsskapur, í samsvari við § 40 stk. 1 í løgtingslóg um upphavsrætt.