Fá lut í nýtslugjaldinum frá kommununum fyri 2020

Rættindahavar kunnu nú fáa part av nýtslugjaldinum fyri verk, brúkt á kommunalum stovnum í 2020. 

Puljan hesa ferð er kr. 586.741,05, og fevnir um fjølritan innanhýsis og til undirvísing á stovnum, ið kommunan varðar av, til dømis fólkaskúlum, musikkskúlum, kvøldskúlum, barnagørðum og annað.

Nýtslugjaldið verður býtt javnt ímillum allar fráboðanir, ið lúka treytirnar fyri at fáa útgjald. Kunning um treytir og mannagongd fyri at boða frá er at finna her: 

https://fjoelrit.fo/skifti-av-nytslugjaldi/skifti-av-nytslugjaldi-kommunur-2020/

Ert tú í iva, um tú lýkur treytirnar, kanst tú senda ein teldupost til post@fjoelrit.fo ella ringja á tlf. 238600.

Freistin at senda inn fráboðan er fríggjadagin 22. apríl 2022 kl 15. Svarað verður um endaligu upphæddirnar umleið tvær vikur eftir freistina.

Fjølrit