Heim

Fjølrit er felag fyri rættindahavarar til listaverk og onnur hugverk.

Felagsskapurin hevur sum endamál at umsita og býta út samsýningar fyri brúk av upphavsrættarliga vardum verkum vegna rithøvundar, tónaskøld, myndlistafólk, yrkisfotografar, miðlafólk og bókaforløg.

Fjølrit hevur loyvi frá Mentamálaráðnum at virka sum rættindafelagsskapur, í samsvari við § 40 stk. 1 í løgtingslóg um upphavsrætt.