Skifti av nýtslugjaldi frá 2020 (fyrnd)

Skifti av fyrndum nýtslugjaldi frá 2020, eftir øllum avtalum, sum Fjølrit umsitur

Puljan, ið her verður býtt út, er kr. 450.000. Puljan fevnir um tann partin av gjaldinum fyri nýtslu eftir øllum avtalum í 2020, sum Fjølrit ikki á annan hátt hevur kunnað rindað út til rættindahavar, og sum tí frá 1. januar 2024 eru at rokna sum fyrnd viðurløg eftir § 43 í lóg um upphavsrætt.

Treytir fyri at fáa útgjald

1) Viðkomandi má hava givið út verk* frammanundan, har útgávuárið er fyri 31. desember 2021.

*eitt verk er útgivið eftir grein 2 stk. 2 í upphavsrættarlógini, tá ið tað er:
a) boðið alment til sølu, til láns, til leigu ella givið sum gáva,
b) sýnt fram alment,
c) framført alment.

2) Rættindahavi skal prógva útgivna verkið, eitt nú við at upplýsa ISBN, ISSN, ISMN, leinki til upplýsingar um útgávu, mynd av skrá, ella annað, ið greitt sigur nær og hvussu verkið er útgivið.

3) Upphæddin skal brúkast til arbeiði við at framleiða eitt ella fleiri nýggj verk innan eitt øki* Fjølrit í dag umsitur.

*Økini, Fjølrit í dag umsitur, eru
– tekstir (grein, yrkistekstur, fagurtekstur, týðing, yrking),
– mynd (myndlist, fotografi) og
– nótar (sangtekstur, nótar).

4) Hvørt nýtt verk skal vera ítøkiligt og kunna avmarkast sum eitt sjálvstøðugt verk, til dømis við einum serstøkum arbeiðstitli.

5) Fyri bæði útgivna verkið og nýggj verk er galdandi, at eintøk av verkinum antin eru framleidd í Føroyum, ella tey eru framleidd uttanlands við ætlan um útgávu í Føroyum.

6) Sama útgivna verk ella sama nýggja verk kann bert nýtast eina ferð til hetta umfarið av útgjaldi eftir fráboðan.

7) Útgávudagurin fyri nýggja verkið má vera eftir fráboðanarfreistina.

8) Hvør rættindahavi kann í mesta lagi fáa útgjald fyri fimm fráboðanir.

9) Harumframt skal rættindahavi hava skrásett seg hjá Fjølrit sum rættindahavi, áðrenn umsóknin verður send. Hevur tú ikki longu skrásett teg sum rættindahavi, ger tað so fyrst her.

Nýtslugjaldið verður býtt javnt millum allar fráboðanir, ið lúka omanfyrinevndu treytir. Er tú í iva, um tú lýkur treytirnar, kanst tú senda ein teldupost til post@fjoelrit.fo ella ringja á tlf. 238600 ella 238601

Evsta freist at senda fráboðan er fríggjadagin 24. Mai 2024 kl. 15.00. Svarað verður um endaligu upphæddirnar umleið tríggjar vikur eftir freistina.

Frágreiðing um nýtslugjaldið 2020 (fyrnd)

§ 43 í lógini um upphavsrætt ásetur, at viðurløg fyri nýtslu av vardum verkum fyrnast 3 ár frá ársenda av tí árinum, tá ið verkið var nýtt. Hevur góðkendur felagsskapur kravt inn viðurløgini vegna upphavsfólk, kann felagsskapurin eftir hetta býta út fyrndu viðurløgini eftir nærri ásettum reglum, sum felagsskapurin sjálvur ger fyri handfaring av viðurløgum. Les meira um galdandi reglur her.

Stjórnin hevur tí við heimild í reglunum, §§ 3 og 4, stk 2, stk 5.1 og stk 6, gjørt av at býta út alla upphæddina frá fyrndum viðurløgum frá nýtsluni í 2020 gjøgnum tvær puljur, eina nú, og eina í heyst.

ÚR “REGLUGERÐ UM HANDFARING AV VIÐURLØGUM”

§ 3. VIÐURLØG FYRI SANNLÍKA NÝTSLU
Viðurløg fyri nýtslu, sum ikki ber til at eyðmerkja, og sum umfatar ein munandi part av
upphavsrættarfólki, verða býtt út til sannlíkar rættindahavarar eftir einari meting, sum inniheldur statistiska nýtslu, nýggj verk, stakroyndir og møgulig onnur viðkomandi parametur.

Víðari eftir grein 4 stk 2, stk 5.1 og stk 6:

§ 4. VIÐURLØG, SUM IKKI KUNNU BÝTAST ÚT

Stk. 2. Viðurløg, har mett verður, at tað fer at kosta meira enn 25% í umsitingargjaldi at finna viðkomandi upphavsrættarfólk, eru at meta sum viðurløg, sum ikki kunnu býtast út.

Stk. 5. Viðurløg, sum ikki kunnu býtast út, verða brúkt til:
1. At býta út til rættindahavarar til at framleiða nýggjar útgávur, nýggjar framsýningar og aðra nýgjørda framleiðslu innan øki, ið Fjølrit umsitur.

Stk. 6. Stjórnin tekur avgerð. Upphæddirnar skulu brúkast innan fyri virkisøkið hjá limafeløgum Fjølritar, tó uttan krav um limaskap.

Skifti av fyrndum peningi 2023

Tínar upplýsingar

Er talan um felag, so skriva navn á felagnum her
Er talan um felag, so skriva navn av ábyrgdarpersóni her
skriva teldupostin her
skriva teldupostin umaftur her

Fráboðan – útgivið verk fyri 31.des 2021

Vel eitt verk, tú/felagið hevur gjørt/givið út fyri 31.des 2021.
td. ISBN, ISMN, ISSN, leinki til upplýsingar um útgávu. Um tú vil viðfesta myndir ella fílur, nýt tá teigin undir hesum.

Maximum file size: 5MB

Tekur bert fíltypur: pdf, jpg, jpeg, jpe og png. Viðfest ikki fílu ið inniheldur viðkvæmar upplýsingar, eitt nú persónupplýsingar.
Verkslag *
Verkslag, ið tú/felagið er rættindahavi at, á tí upplýsta útgivna verkinum. Er tú rættindahavi til fleiri, td bæði mynd og tekst, vel tá bert tað eina.

Tann nýggja verkætlanin, sum upphæddin verður brúkt til

Talan kann eisini vera um arbeiðsheiti/fyribilsheiti á verkætlan.
Nær er ætlanin at td bók skal útgevast, framsýning vera, framførsla haldast osfr.
td. hvussu verður givið út, møguligir samstarvspartnarar, innihald og annað, tú metur viðkomandi
Verksløg, ið verkætlanin førir til *
Verksløgini verða bólkað í økini: Tekstur (fagurtekstur, grein, týðing, yrking, yrkistekstur), Mynd ( myndlist, fotografi), og Nótar (sangtekstur, nótar). Set flugubein við tað/tey verksløgini í nýggju verkætlanini, ið tú er rættindahavi til.