Felags norðurlendsk yvirlýsing um vitlíki

Úr vinstru: Guðbjörg Benjamínsdóttir (Fjölís, Ísland), Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð (Fjølrit, Føroyar), Valtteri Niiranen (Kopiosto, Finnland), Hege Munch Gundersen (Kopinor, Norra), Jørgen Karlstrøm (Bonus, Svøríki), Anders Kristian Rasch (Tekst & Node, Danmark)

Fjølrit hevur saman við sínum fimm norðurlendsku systurfeløgum ment tríggjar meginreglur fyri, hvussu generativt vitlíki kann verða brúkt, soleiðis at tað bæði eggjar til nýskapan og virðir upphavsrættindini.

Tey seks feløgini, Bonus (Svøríki), Tekst & Node (Danmark), Kopiosto (Finnland), Fjølrit (Føroyar), Fjölís (Ísland) og Kopinor (Norra), umboða norðurlendskar rættindahavarar, hvørs tekstir, nótar og myndir verða brúkt til at menna og venja vitlíki við. 

Feløgini greiða í felags yvirlýsingini frá, hvat fyritøkur, stovnar og onnur, sum menna og venja vitlíki til ymiskt brúk, eiga at gera fyri at virða upphavsrættin í sínum arbeiði. Tey eiga eitt nú at:

  1. Skapa gjøgnumskygni um, hvat tilfar tey brúka til at menna og venja vitlíki við
  2. Tryggja sær, at øll neyðug loyvi eru fingin frá rættindahavarum til at brúka tilfarið
  3. Bjóða rættvíst viðurlag til rættindahavararnar fyri at brúka teirra tilfar

Alt hetta kunnu tey tryggja sær við at gera avtalu við felagsskap, sum umboðar rættindahavararnar í landinum, har brúkið fer fram.

Felagsskrivið, sum er á enskum, ljóðar:

Læs mere

Sløk hálv millión til nýggj verk

Tíðindaskriv Viðurløg fyri 451.853,39 krónur, sum fyrndust 1. januar 2025, eru nú klár at býta út til øll tey, sum senda inn fráboðan til Fjølrit innan 23. mai 2025. Treytin fyri at fáa lut í viðurløgunum er, at tú skalt hava givið út verk frammanundan, og at tú arbeiðir við at framleiða eitt ella fleiri … Læs mere

Filmur um upphavsrætt á Bókadøgunum

Á Bókadøgum verður høvi hjá børnum og barnsligum sálum at síggja stuttliga og ævintýrliga filmin Coco (2017), um familju, vinir og list.  Tað er upphavsrættarfelagskapurin Fjølrit, ið hevur tikið stig til at vísa filmin á Bókadøgunum – og hví tað? Jú, tí hóast tað ikki verður beinleiðis nevnt í filminum, so er týdningurin at verja upprunalist og … Læs mere

Vitlíki og upphavsrættur

Fjølrit sendi 2/10/2024 Almanna- og mentamálaráðnum soljóðandi skriv viðvíkjandi vitlíki og upphavsrætti: VITLÍKI OG UPPHAVSRÆTTUR Fjølrit er sum kunnugt rættindahavafelagsskapur, sum umsitur rættindini hjá rættindahavum innan listagreinirnar tekst, nótar og myndir. Talgilding og menning av vitlíki hevur seinastu árini elvt til nýggjar mátar at brúka varda tilfarið hjá hesum bólkum av listafólkum, og tað skapar … Læs mere

Sløk hálv millión klár at býta út

Fjølrit býtir nú út kr. 490.141,29 til rættindahavarar at framleiða nýggjar útgávur, nýggjar framsýningar og aðra nýgjørda framleiðslu fyri innan øki, ið Fjølrit umsitur. Upphæddin stavar frá gjaldinum fyri brúk innan skúlaverkið sum heild í 2020, sum tað ikki hevur borið til hjá Fjølriti at rinda út á annan hátt, og sum tí frá 1. … Læs mere