Fá lut í nýtslugjaldinum fyri 2020 (fyrnd)

Rættindahavar kunnu nú fáa part av nýtslugjaldinum fyri verk, brúkt í 2020, sum Fjølrit ikki á annan hátt hevur kunnað rindað út, og sum tí frá 1. januar 2024 er at rokna sum fyrnd viðurløg eftir § 43 í lógini um upphavsrætt.

Samlaða upphæddin, sum verður býtt út hesa ferð, er kr. 450.000. Nýtslugjaldið verður býtt javnt ímillum allar fráboðanir, ið lúka treytirnar fyri at fáa útgjald. Kunning um treytir og mannagongd fyri at boða frá er at finna á:

Skifti av nýtslugjaldi frá 2020 (fyrnd)

Ert tú í iva, um tú lýkur treytirnar, kanst tú senda ein teldupost til post@fjoelrit.fo ella ringja á tlf. 238600 ella 238601. Freistin at senda inn fráboðan er fríggjadagin 24. mai 2024 kl 15. Svarað verður um endaligu upphæddirnar einar tríggjar vikur eftir freistina.