Skifti av nýtslugjaldi frá Miðnám, hægri lestri og Próvstovuni 2020

Skifti av nýtslugjaldi frá 2020 eftir avtalu við Uttanríkis- og Mentamálaráðið

Eftir at brúkið á miðnámi, hægri lestri og Próvstovuni skúlaárið 2019/20 er liðugt kannað, er avgerð tikin um at rinda út helvtina av pengunum, kr. 155.049,57, til føroyskar rættindahavar eftir fráboðan, samsvarandi grein 3 í reglugerðini hjá Fjølrit:

§ 3. VIÐURLØG FYRI SANNLÍKA NÝTSLU
Viðurløg fyri nýtslu, sum ikki ber til at eyðmerkja, og sum umfatar ein munandi part av
upphavsrættarfólki, verða býtt út til sannlíkar rættindahavarar eftir einari meting, sum inniheldur statistiska nýtslu, nýggj verk, stakroyndir og møgulig onnur viðkomandi parametur.

og víðari eftir grein 4 stk 2, stk 5.1 og stk 6:

§ 4. VIÐURLØG, SUM IKKI KUNNU BÝTAST ÚT

Stk. 2. Viðurløg, har mett verður, at tað fer at kosta meira enn 25% í umsitingargjaldi at finna viðkomandi upphavsrættarfólk, eru at meta sum viðurløg, sum ikki kunnu býtast út.

Stk. 5. Viðurløg, sum ikki kunnu býtast út, verða brúkt til:
1. At býta út til rættindahavarar til at framleiða nýggjar útgávur, nýggjar framsýningar og aðra nýgjørda framleiðslu innan øki, ið Fjølrit umsitur.

Stk. 6. Stjórnin tekur avgerð. Upphæddirnar skulu brúkast innan fyri virkisøkið hjá limafeløgum Fjølritar, tó uttan krav um limaskap.

Nýtslugjaldið verður býtt javnt millum allar fráboðanir, ið lúka omanfyrinevndu treytir.

Evsta freist at senda fráboðan er fríggjadagin 11. november 2022 kl. 15.00. Svarað verður um endaligu upphæddirnar einar tvær vikur eftir freistina.

Treytir fyri útgjaldi

1) Viðkomandi má hava givið verk út* frammanundan, har útgávuárið er fyri 31. desember 2019.

*eitt verk er útgivið eftir grein 2 stk 2 í upphavsrættarlógini, tá ið tað er:
a) boðið alment til sølu, til láns, til leigu ella givið sum gáva,
b) sýnt fram alment,
c) framført alment.

2) Upphæddin skal brúkast til arbeiði við at framleiða eitt ella fleiri nýggj verk innan sama øki sum útgivna verkið, og innan eitt øki*, Fjølrit í dag umsitur.

*Økini, Fjølrit í dag umsitur, eru
– tekstir (grein, yrkistekstur, fagurtekstur, týðing, yrking),
– mynd (myndlist, fotografi) og
– nótar (sangtekstur, nótar).

3) Fyri bæði útgivna verkið og nýggj verk er galdandi, at eintøk av verkinum antin eru framleidd í Føroyum, ella tey eru framleidd uttanlands við ætlan um útgávu í Føroyum.

4) Sama útgivna verk ella sama nýggja verk kann bert nýtast eina ferð til hesa puljuna.

5) Útgávudagurin fyri nýggja verkið má vera eftir fráboðanarfreistina.

6) Harumframt skal rættindahavi hava skrásett seg hjá Fjølrit sum rættindahavi, áðrenn umsóknin verður send. Hevur tú ikki longu skrásett teg sum rættindahavi, ger tað so fyrst her.

Er tú í iva, um tú lýkur treytirnar, kanst tú senda teldupost til post@fjoelrit.fo ella ringja til 238600.

Fráboðanarfreistin er farin.