Umsókn til útgjald frá 2014-15

Fyri brúk av vardum verkum í undirvísing í árunum 2014 og 2015 eru 318.689,96 kr at býta út til rættindahavar eftir grein 3 í reglugerð fyri Fjølrit:

§ 3. Viðurløg, sum ikki kunnu býtast út, eru viðurløg, har neyðugar upplýsingar
um rættindahavara ikki eru fingnar til vega, áðrenn fyrningarfreistin er farin;
tað veri seg viðurløg til útlendskar sum føroyskar rættindahavar. 
… Stk. 4. Viðurløg, sum ikki kunnu býtast út, verða brúkt til…stk 5 Stjórnin
tekur avgerð.

Stjórnin hevur gjørt av, at upphæddin kann verða býtt út til at gera nýggj verk (punkt 5). Fer samlaða upphæddin frá umsóknunum upp um puljuna, so verður hvør upphædd minkað lutfalsliga.
Evsta freist at senda umsókn er fríggjadagin 31. jan 2020. Svarað verður um endaligu upphæddini um hálvan februar.

Fyritreytir fyri umsókn
1) Viðkomandi má hava givið verk út* frammanundan.

*eitt verk er útgivið eftir grein 2 stk 2 í upphavsrættarlógini, tá ið tað er: 
1) boðið alment til sølu, til láns, til leigu ella givið sum gáva,
2) sýnt fram alment,
3) framført alment.

2) Upphæddin skal brúkast til arbeiði við eini verkætlan fyri at gera eitt ella fleiri verk sum eru innanfyri somu listagrein, og innan eitt øki*, Fjølrit í dag umsitur, sum uppgivið fyri 1)

*Økini, Fjølrit í dag umsitur, eru tekstir (grein, yrkistekstur, fagurtekstur, týðing, yrking), 
mynd (myndlist, fotografi) og nótar (sangtekstur, nótar).

3) harumframt skal rættindahavi hava skrásett seg hjá Fjølrit sum rættindahavi, áðrenn umsóknin verður send. Ert tú ikki frammanundan skrásett/ur sum rættindahavi, ger tað fyrst her

Umsóknarfreistin er farin.