22. januar 2019 skrivaði Atli K Petersen, formaður í Fjølrit, undir enn eina avtalu. Hesa ferð við Ivan Niclasen, stjóra í Kringvarpi Føroya. Talan er um eina avtalu, ið gevur Kringvarpi Føroya rætt til at senda útgivið tilfar, til dømis at lesa skaldsøgu upp í útvarpinum. Afturfyri rindar Kringvarp Føroya viðurlag í mun til, hvussu nógvir minuttir eru sendir, og hvat slag av verki talan er um.
Nógv kenna søguna “Feðgar á ferð” og aðrar góðar søgur á føroyskum. Kanska hava tey ikki bara lisið hana sjálv, men eisini hoyrt hana lisnað upp í útvarpinum. Spent fylgt við, hvat ið nú fór at henda.
At gera tílíka sending krevur tríggjar partar:
- ein tekst (útgivin søga, yrking ella annað, ið rithøvudnur hevur skrivað ella onkur týtt, sum sostatt hevur upphavsrættindini til verkið.)
- ein upplesara (starvsfólk hjá Kvf ella kanska ein sjónleikari)
- ein miðil (KVF)
Hvør sær hava hesar tríggjar eindir gjørt eitt arbeiða og skulu tí sjálvsagt verða lønt fyri arbeiðið. Kringvarp Føroya hevur lønarsáttmála við starvsfólkið og gjørdi í 2017 avtalu við Leikarafelag Føroya um teirra part.
Kringvarp Føroya hevur eisini í mong ár rindað viðurløg til rithøvundar og týðarar, men hevur tað higartil verið sambært avtalu millum Kringvarp Føroya og Rithøvundafelag Føroya. Eftir at upphavsrætturin varð yvirtikin sum føroyskt málsøki og Lóg um upphavsrætt kom í gildi, skulu tílík viðurløg og rættindi verða umsitin av felagsskapi, ið er góðkendur til tess av Mentamálaráðnum. Fjølrit hevur síðan 2014 verið góðkent sum rættindafelagssskapur og umboðar millum annað rithøvundar og journalistar. Tí er tað nú Fjølrit, ið hevur skrivað undir sáttmála við Kringvarp Føroya og ikki Rithøvundafelag Føroya.
RÆTTVÍSARI GJØLD
Síðan 2010 hevur Kringvarp Føroya avroknað fasta árliga upphædd til Rithøvundafelag Føroya, og viðurløgini til hvønn einstakan rithøvund hevur í stórum verið tongt at, hvussu nógv upplisið rættindatilfar, ið samantalt hevur verið sent gjøgnum árið. Virðið av viðurlagnum hevur tí sveiggjað nógv.
Sambært nýggju avtaluna skal avroknast tíðari, nevniliga 4 ferðir árliga, og viðurløgini eru ásett sum eitt fast minuttgjald, har ið virðið einans er treytað avt, um talan er um upprunatekst ella týðing, og hvat slag av teksti talan er um.
Nevnast skal eisini, at ásettu gjøldini verða árliga prístalsjavnað.
Avtalan millum Fjølrit og Kringvarp Føroya er galdandi frá 1. januar 2018, og fyrsta uppgerð eftir nýggju treytunum byrjar 1. januar 2019.
AVROKNINGAR
Fjølrit arbeiðir í løtuni við at gera skipan klára, har persónupplýsingar kunnu verða savnaðar undir tryggum kørmum, so at viðurløg kunnu verða rindað viðkomandi rættindahavum.
So hvørt sum rættindahavarar hava skrásett seg hjá Fjølrit, verður farið undir at rinda út til teirra, ið eiga viðurløg sambært hesari avtalu til góðar.
Sum kunnugt umsitur Fjølrit eisini viðurløg fyri nýtslu av tekstum, myndum og øðrum í undirvísingarhøpi ella á líknandi hátt. Tryggjað er tó, at viðurløg fyri verk, nýtt í skúlum og kommunalum stovnum, ikki koma í bland við viðurløg fyri sendingar í Kringvarpi Føroya.
Talan er um ymiskar avtalur, grundað á ymiska nýtslu og verður viðurlagsumsitingin tí eisini hildin hvør sær.
Sáttmálin millum Kringvarp Føroya og Fjølrit liggur á heimasíðuni hjá Rithøvundafelagnum.