Niels Kruse vorðin almannaogn

Fjølrit hevur dagført yvirlitið við upphavsfólkum, hvørs verk eru vorðin almannaogn í 2024. 

Tann helst kendasti av teimum fimm upphavsfólkunum, sum eru komin afturat í yvirlitinum í ár, er Niels Kruse (1871-1953), listamálarin, av Eiði.

Hini fýra eru J.M. Hentze (1855-1953), løgtingsmaður, av Sandi, Gulak Jacobsen (1870-1953), prestur, av Kirkju, Rikard Jensen (1914-1953) úr Vági, og Poul Niclasen (1889-1953), blaðstjóri á Dimmalætting frá 1918-1936, úr Havn.

Tá 70 ár eru liðin síðani eitt upphavsfólk doyr, gerast verkini hjá viðkomandi almannaogn. Hetta merkir at loyvt er at nýta verkini uttan at spyrja nakran um loyvi ella rinda viðurlag.

Yvirlitið liggur á heimasíðuni hjá Fjølriti, www.fjoelrit.fo/almannaogn. Tað verður dagførdt í januar á hvørjum ári. Um onkur veit um upphavsfólk, hvørs verk eru vorðin almannaogn, men sum ikki er at finna í yvirlitinum, ber til at preia Fjølrit um tað á heimasíðuni.