Loyvið hjá Fjølriti endurnýggjað

Almanna- og mentamálaráðið hevur endurnýggjað loyvið hjá Fjølriti at virka sum upphavsrættarfelagsskapur. Loyvið er galdandi frá 1. apríl 2024 til 31. mars 2029.

Í løgtingslóg nr. 30 frá 30. apríl 2015 um upphavsrætt, § 40, stendur, at felagsskapur, sum umboðar upphavsmenn innan ávísa listagrein, skal hava loyvi frá landsstýrismanninum til tess at útinna sítt virksemi í Føroyum. Víðari stendur, at loyvið er galdandi í fimm álmanakkaár í senn og er treytað av, at felagsskapurin alla tíðina lýkur loyvistreytirnar.

Almanna- og mentamálaráðið hevur sostatt mett, at Fjølrit hesi seinastu fimm árini hevur lokið loyvistreytirnar, sum felagið fekk í 2019, og tí er loyvið endurnýggjað fram til 2029.