Umsókn um part av nýtslugjaldi frá Miðnám, hægri lestri og Próvstovuni 2018

Eftir at brúkið í skúlaárinum 2017/18 er kannað, varð avgjørt, at helvtin av pengunum til føroyskar rættindahavar – 102.325,58 kr – skulu rindast út eftir umsókn. Býtið av nýtslugjaldinum skal so vítt møguligt mynda býtið ímillum rættindahavarnar, ið komu fram í kanningini. Harumframt var tað ein partur – 15.067,33 kr – av myndlist og fotografi, ið kom fram í kanningini, har navn á rættindahava ikki varð upplýst. Nýtslugjaldið er býtt í hesar puljur at søkja úr: 

Rithøvundar (yrkistekstur, fagurtekstur, týðing, yrking) : 56.371,16 kr (55,09 %)
Bókaforløg (útgáva av: yrkisteksti, fagurteksti, týðing, yrking, myndlist, fotografi, grein, sangteksti og nótum) : 18.786,98 kr (18,36 %)
Tónaskøld (sangtekstir og nótar): 2.445,58 kr (2,39 %)
Myndlist (myndlist) : 13.445,58 kr (13,14 %) + 9040,40 kr (60%) = 22.485,98 kr
Yrkisfotografar (fotografi) : 9.168,37 kr (8,96 %) + 6026,93 kr (40 %) = 15.195,30 kr
Miðlafólk (grein) : 2.189,77 kr (2,14 %)

Upphæddin í hvørjari pulju verður javnt býtt ímillum umsøkjararnar til puljuna.

Evsta freist, at senda umsókn er fríggjadagin 24. apríl kl 15. Svarað verður um endaligu upphæddina um hálvan mai.

Fyritreytir fyri umsókn
1) Viðkomandi má hava givið verk út* frammanundan, har útgávuár er fyri 2018.

*eitt verk er útgivið eftir grein 2 stk 2 í upphavsrættarlógini, tá ið tað er:
1) boðið alment til sølu, til láns, til leigu ella givið sum gáva,
2) sýnt fram alment,
3) framført alment.

2) Upphæddin skal brúkast til arbeiði við eini verkætlan fyri at gera eitt ella fleiri verk sum eru innanfyri somu listagrein, og innan eitt øki*, Fjølrit í dag umsitur, sum uppgivið fyri 1)

*Økini, Fjølrit í dag umsitur, eru tekstir (grein, yrkistekstur, fagurtekstur, týðing, yrking),
mynd (myndlist, fotografi) og nótar (sangtekstur, nótar).

3) Fyri bæði útgivna verkið, og nýggju verkætlanina er galdandi, at eintøk av verkinum antin eru framleidd í Føroyum, ella tey eru framleidd uttanlands við útgávu í Føroyum fyri eyga.

4) harumframt skal rættindahavi hava skrásett seg hjá Fjølrit sum rættindahavi, áðrenn umsóknin verður send. Ert tú ikki frammanundan skrásett/ur sum rættindahavi, ger tað fyrst her

Umsóknarfreistin er farin.