Ofta Settir Spurningar

Hvussu Fjølrit rindar út viðurlag til rættindahavar

Hvør er rættindahavi og hvat er upphavsmaður?

Tann, ið hevur gjørt eitt verk, er upphavsmaður (m/k) at tí. Í útgangsstøðinum hevur upphavsmaður fullan ræðisrætt yvir verkinum og hvussu tað skal brúkast, t.e er einasti rættindahavi. Men í fleiri førum hevur upphavsmaðurin valt at geva ein part av rættindunum frá sær, td um talan er um bókaútgávu kann ein útgevari hava fingið rættindi til at geva bókina út og fær eisini fíggjarlig rættindi. Tað kann eisini vera, at talan er um verk gjørd í førstum starvi, har tað tað er ein neyðugur partur av starvinum at gera verk. Ella, at upphavsmaður doyr, tá vera rættindi arva eftir arvalóggávuni.


Hví skrivar Fjølrit fráboðan og ikki umsókn til stuðul?

Uppgávan hjá Fjølrit er at býta nýtslugjald út til rættindahavar at teimum verkum, ið eru blivin fjølrita av td lærarum til undirvísing, og ørðum fevnd av avtalu við Fjølrit. Nýtslugjald er løn frá fjølritan ístaðin fyri td løn frá sølu. Í teimum førum, har tað ikki er nágreiniliga skrásett hvørji verk eru fjølrita, verður í staðin biðji um fráboðanir. So kunnu øll, ið hava útgivið verk senda inn fráboðan. Øll, ið senda fráboðan fáa útgoldið pening tí tað kann vera líka sannlíkt at tað eina sum hitt verkið er fjølrita


Hvussu kann mann sum rættindahavi fáa pening frá Fjølrit?

Fjølrit rindar út viðurløg á tveir hættir: eftir uppgerð og eftir fráboðan. Ein uppgerð er, har ítøkilig brúk eru skrásett, og tá fær rættindahavi útgoldið sítt viðurlag beinanvegin, uppgerðin er liðugt viðgjørd. Tað er ymiskt, hvussu ofta uppgerðir vera gjørdar, alt eftir hvør avtalan er við Fjølrit. T.d. sendur KVF eina uppgerð inn hvønn ársfjórðing. Próvstovan sendur inn uppgerð árliga, og saman við kanningini, gjørd av undirvísingarætlanum frá Miðnámi, verður tann uppgerðin viðgjørd árliga. Tær avtalur, har tað vil vera ov stórt umsitingarligt arbeiði (bæði fyri brúkaran og Fjølrit) at gera fulla uppgerð, verður ein partur av nýtslugjaldinum settur av til fráboðanir. Puljan verður lýst, eftir at møguliga partvís uppgerð er liðugt viðgjørd. Ein fráboðan er, at ein rættindahavi sendur inn upplýsingar um eitt útgivið verk og eina tilsvarandi nýggja verkætlan. Allar fráboðanir, ið lúka ásettu treytirnar at eru útgivnu verkini sannlíkt eru brúkt, fáa somu stødd av viðurlag.


Hvussu verða viðurløg skatta?

Viðurløg/Nýtslugjøld frá Fjølrit skulu upplýsast til Taks sum B-inntøka. Býr tú uttanlanda, skal Fjølrit afturhalda 25% til Taks, sum tú kanst søkja Taks um at fáa útgoldnar við at vátta, at tú rindar skatt í landinum tú býrt í.


Hvør kann senda inn fráboðan?

Rættindahavarar av verkum, ið koma undir tær listagreinar, ið limafeløg Fjølritar umboða, kunnu senda inn fráboðan. Limaskapur í feløgunum er ikki ein treyt.
Dømi um verk (listin er ikki endaligur):
fagurtekstur (rithøvundi)
fotografi (fotografur, myndlistafólk, miðlafólk)
grein (rithøvundi, miðlafólk)
myndlist (myndlistafólk)
nótar (tónaskald)
sangtekstur (tónaskald)
týðing (rithøvundi, miðlafólk)
útgáva (bókaforlag)
yrking (rithøvundi)
yrkistekstur (rithøvundi, miðlafólk)

Legg eisini til merkis, at brúk kann fara fram á annan hátt, enn sum at verkið var útgivið. Dømi:
Eitt tónaskald hevur spælt sín sang inn, og útgávan er einans tøk á Spotify. Ein lærari skrivar tekstin eftir gehør á telduna og letur næmingunum sum eina pdf fílu.
Eitt myndlistafólk hevur prýtt ein húsavegg á almennum stað. Ein lærari tekur mynd av húsavegginum og vísur næmingum sínum á samvirkna talvu.
Eitt miðlafólk hevur skrivað eina grein og hon liggur nú á eini heimasíðu, har tað ikki stendur, at tilfari er frítt at brúka. Ein lærari prentar greinina út og handar sínum næmingum eitt eintak í part.


Aðrir spurningar

Hvussu frámerkja upphavsrættin á einum verki ?

Í útgangsstøðinum er verk vart av upphavsrættinum í tí tað er tókt fyri almenninginum. Tað kann tó í summum førum vera ynskiligt, at upplýsa brúkaran meira beinleiðis. Fjølrit viðmælur, at tað í bókaútgávum kann standa:

Avrit ella onnur endurútgáva av hesum verki ella pørtum av er bara loyvd innan teir karmar, sum lógin um upphavsrætt setir. Onnur nýtsla krevur skrivliga avtalu við [útgevari] ella Fjølrit.