Um Fjølrit

Fjølrit – tryggjar burðardyggu listaringrásina

Fjølrit er meginfelag hjá feløgum, sum umboða rættindahavar, tá ið verk, vard av lógini um upphavsrætt, verða nýtt.

Brúk merkir øll endurgeving – ljósriting, avriting, fjølriting og onnur margfalding av vardum verkum, tað veri seg við framførsla, útgáva ella  framleiðsla, sama hvar, hvussu ella í hvørjum sniði verkið er skapt ella er til taks.

Limafeløg

Hesi feløg eru limir í Fjølrit og tað eru limir í hesum feløgum, Fjølrit umboðar.

  • Rithøvundafelag Føroya
  • Føroysk tónaskøld
  • Føroysk myndlistafólk
  • Føroyskir yrkisfotografar
  • Føroysk bókaforløg
  • Føroysk miðlafólk

Umboðsráðið

Hvørt limafelag tilnevnir eitt umboð og eitt varaumboð i umboðsráðið.

Umboðsráðið eigur fyrst og fremst:

  1. At gera av, hvussu Fjølrit skal virka og leggja virkisætlan.
  2. At hava eftirlit við stjórnini.
  3. At velja fólk í stjórnina og møguligar arbeiðsbólkar.

Umboðsráðið hjá Fjølrit er mannað við:

  • Før. myndlistafólk: Ole Wich, forfólk
  • Føroyskir yrkisfotografar: Sunrid í Gong, næstforfólk
  • Rithøvundafelagið: Oddfríður M. Rasmussen, umboðsráðslimur
  • Føroysk tónaskøld: Kristian Blak, umboðsráðslimur
  • Føroysk miðlafólk: Jón Brian Hvidtfeldt, umboðsráðslimur
  • Føroysk bókaforløg: Jonhard Mikkelsen, umboðsráðslimur

Stjórnin

Stjórnin stjórnar virkseminum hjá Fjølriti.

Endamálsorðing  
(Hví er Fjølrit til? Hvørja eru kjarnu uppgávurnar, sum vit skulu loysa? Hvat skulu vit ikki?)

Fjølrit tryggjar burðardyggu listaringrásina – at rættindahavar fáa eitt sømiligt nýtslugjald, tá ið verk teirra verða endurgivin og nýtt.

Framtíðarhugsan
(Okkara framtíðarmynd av Fjølrit – okkara mál.)

Fjølrit skal umsita øll nýtslugjøld, ið eru fevnd av føroysku upphavsrættarlógini. Fjølrit skal vera vitanardepil innan upphavsrættindi, bindiliðið millum allar partar, fevndir av lógini, og virkið kunna um økið.

Kall/setningur
(hvussu ætla vit at útinna framtíðarhugsanina?)

  • Vit hava sterkar førleikar innanhýsis í Fjølrit 
  • Vit eru “slóðbrótandi” og ganga virkið fram
  • Vit dagføra støðugt okkara vitan um upphavsrætt í Føroyum eins og í útheiminum.
  • Vit víðka um umboðanina 
  • Vit miðla og kunna um upphavsrætt 
  • Vit eru bindiliðið millum rættindahava, brúkarar og myndugleikar

Stjórnin er mannað soleiðis:

  • Helle Thede Johansen, forfólk
  • Kim Simonsen, næstforfólk
  • Beinir Bergsson, Kassameistari

varalimir:

Jónas Tór Næs frá Faroe Law er knýttur at Fjølriti sum løgfrøðiligur ráðgevi.
Jákup Samuelsen er bókhaldari felagsins.

Daglig umsiting

Arnbjørn Ó. Dalsgarð, aðalskrivari (mik-frí 9-12)
Símun Peter Venned, KT-mennari

Samband fæst við at senda teldupost til post(@)fjoelrit.fo.

Bygnaðurin

Fjølrit - bygnaður apríl 2024

Lóg um upphavsrætt

Fjølrit hevur loyvi frá Mentamálaráðnum at virka sum rættindafelagsskapur, í samsvari við § 40 stk. 1 í løgtingslóg um upphavsrætt.