Fyrstu útgjaldingar í 6 ár

VIÐURLØG FYRI NÝTSLU AV TEKSTUM, MYNDUM OG NÓTUM KOMA NÚ INN Á KONTU HJÁ FJØLRIT. FYRSTU ÚTGJØLDINI ERU FLUTT, OG FLEIRI UPPHÆDDIR ERU KLÁRAR AT RINDA ÚT, SO SKJÓTT SUM UMSITINGIN HEVUR FINGIÐ UPPLÝSINGAR UM RÆTTINDAHAVAN.

Ert tú rættindahavi, skalt tú skráseta teg hjá Fjølrit. Ein rættindahavi er persónur ella felag/stovnur, sum hevur rættindi til útgivið verk. Tey verk, sum Fjølrit í løtuni umboðar, eru: greinir, yrkistekstir, fagurtekstir, týðingar, yrkingar/sangtekstir, nótar, myndlist og fotomyndir sama í hvørjum líki tey eru almenninginum tøk – um tað er í bók, í framførslu, á heimasíðu ella øðrum.

Upphavsfólk er ofta rættindahavi, men ikki altíð
Í teirri løtu, eitt verk verður til, er tann ella tey, sum hava skapt verkið eftir upphavsrættarlógini, upphavsfólk til verkið. Aloftast hevur upphavsfólkið eisini rættindi til at gera av, um og hvussu nógv, verk hansara verður nýtt, og er tað tá hann, ið sum rættindahavi skal hava nýtslugjald, tá ið verkið verður nýtt.

Tað er tó ikki altíð, at upphavsfólk og rættindahavi er ein og tann sami. Verður til dømis eitt verk skapt, sum partur av starvi ella í starvstíðini, eigur arbeiðsgevarin ofta rættindini. Annað dømi er, um eitt upphavsfólk doyr. Tá kunnu arvingar eiga rættindini í upp til 70 ár eftir deyðsárið. Upphavsfólk kann eisini geva ella selja síni rættindi heilt ella fyri ein part til dømis til ein útgevara.

Minni umsiting merkir meira pening til rættindahavar
Tá ið Fjølrit hevur avtalu um nýtslu av upphavsrættarvardum verkum við stovnar ella fyritøkur, vil felagið fáa meira ella minni nágreiniligar upplýsingar um tey verk, sum eru brúkt. Roynt verður at menna skipanir, so at fráboðanir og skrásetingar kunnu fara fram so smidliga og gjølliga sum til ber. Upplýsingar sum P-tal, kontunummar og líknandi, sum eru neyðugar upplýsingar fyri at kunna rinda út, fylgja tó ikki við.

Fyri at lætta um umsitingin og stytta um tíðina frá nýtsluskráseting til útgjald til rættindahavarnar, verður tí heitt á øll, ið vita seg eiga rættindi til eitt ella fleiri verk, um at skráseta seg hjá Fjølrit.

Neyðugar upplýsingar
Á heimasíðuni hjá Fjølrit eru fleiri frymlar, so at rættindahavar kunnu skráseta teir upplýsingarnar, sum Fjølrit tørvar í hvørjum einstøkum føri.

Skíggjamynd: feløg og arvingar verða leiddir til ymsar frymlar

P- ella V-tal er neyðugt at uppplýsa, av tí at viðurløgini verða útgoldin sum B-inntøka, og Fjølrit hevur upplýsingarskyldu mótvegis TAKS, har p-tal ella v-tal og upphædd skal upplýsast á hvørjum ári.

Kontunummarið er neyðug, fyri at kunna flyta peningin. Goldið verður ikki út kontant.

Spurt verður eisini, hvørji verk, upphavsfólkið hevur gjørt. Endamálið við hesum er einans at lætta um hjá umsitaranum í byrjanini, tá ið verk, upphavsfólk og rættindahavar skulu tvinnast saman.

Skíggjamynd: ymsu verksløgini

Limir og ikki-limir hava sama rætt til viðurlag
Boð varð fyrr í ár sent út til limirnir hjá limafeløgunum um at skráseta seg. Bíðað varð við at boða ikki-limum frá fyri ikki at fáa ov nógvar skrásetingar inn í senn. Tað hevur einki at siga við atliti at upphædd ella møguleika at fáa viðurlag, tí sambært upphavsrættarlógini verður munur ikki gjørdur á, um rættindahavi er limur ella ikki.

Fyrstu útgjaldingar fluttar eftir Kvf avtaluni
Sambært galdandi avtalu við Kringvarp Føroya, um brúk av bókmentum til upplestur og líkar framførslu, skuldi fyrsta uppgerðin vera fyri alt 2018. Í februar 2019 fekk Fjølrit sostatt nýtslugjøld fyri alt 2018 frá Kringvarp Føroya inn á kontu. Mánaðin eftir skrásettu fyrstu rættindahavararnir seg og tá bar til at fara undir at seta upplýsingarnar saman.

Tað var ein varði hjá Fjølrit eftir góð 6 ár endiliga at kunna rinda pening út til føroysk listafólk aftur.

Skráset teg sum rættindahava her: https://fjoelrit.fo/raettindahavaskraseting/