Evropisk IFRRO ráðstevna 2019

Á árligu evropisku ráðstevnuni hjá International Federation of Reproduction Rights Organisations (IFRRO), sum var í Dublin 5.-6. juni 2019, vóru stjórn og umsitari hjá Fjølrit við. At vera við á tílíkum ráðstevnum gevur gott innlit í viðurskifti viðvíkjandi upphavsrættindium í øðrum londum, og tað fær eisini í lag netverk, sum mangan kunnu vera hent. Nevnast kann, at vit millum annað hittu umboð fyri upphavsrættindafelagskapir, rithøvunda-, útgevara- og myndlistafeløg.

Mynd: Helle Thede Johansen

Bókasavnsgjald í altjóða høpi

Heilt ítøkiliga fekst samskifti í lag á hesi ráðstevnu við Public Lending Rights International / PLR. Talan er um ein altjóða felagsskap, ið savnar vitan um, hvussu bókasavnsgjaldið verður handfarið í ymsum londum, og sum veitir felagsskapum hjálp og ráðgeving.

Vit eru nú partur av hesum felagsskapi, og standa tey aftanfyri Rithøvundafelag Føroya í arbeiðnum at fáa reglugerðina fyri bókasavnsgjald nútíðargjørda og at fáa hækkað  bókasavnsgjaldið til eitt sømiligari endurgjald fyri rættindini at læna bøkur út

Nøkur áhugaverd mál úr ráðstevnuni, ið annars kunnu verða nevnd,eru:

ES-lóggáva og talgildi marknaðurin

Mynd: Helle Thede Johansen

Hóast Føroyar ikki eru limir í ES, eru vit noydd at fylgja við í tí, sum fer fram tí tað hendir meira enn so, at vit kortini verða ávirkað av ES-avgerðum. Ein orsøk kann vera, at vit eru partur av danska kongsríkinum, men vit kunnu eisini verða kravd at fylgja ES-lóg, reglugerð ella øðrum løgfrøðiligum ásetingum, um vit hava limir, samstarv ella samhandil við fólk, feløg ella fyritøkur í ES-landi.

Eitt dømi um tílíka áseting er Talgildi marknaðurin, nevnt Digital Single Market – stytt DSM. Høvuðsendamálið við ES er at geva borgarum og fyritøkum í ES-londunum møguleika og rætt til at ferðast og at virka í øllum ES-londum. Hugsanin er, at tað skal geva sbetri menningarmøguleikar, vøkstur og betir atgongd. Endamálið við DSM er at geva øllum borgarum í ES lættari atgongd til tænastur, vørur og vitan, tvørtur um landamørk í ES-londum.

Øll vilja vit hava skjótari og bíligari internet og telefon, lætta atgongd til stórt vøruúrval við skjótari avgreiðslu og sleppa fram at tónleiki, filmi og vitan. Men hvussu er við upphavsrættindunum og viðurlag til teirra, ið hava nýtt tíð og orku til at skriva tekstirnar? Merkir DSM, at øll nú skulu hava loyvi at brúka tekstin? Og kanska enntá vinna pening úr tekstinum, uttan at biðja um loyvi ella rinda upphavsfólki viðurlag?

Próvbyrðan løgd á rættindahavan

Grein 4 í ES-boðskrivinum um Digital Single Market snýr seg um undantøk og avmarkingar av upphavsrættindunum, tá ið verk verða brúkt til tað, sum verður rópt “Text and datamining”, stytt TDM. Tað merkir, tá ið tekstir og aðrir upplýsingar talgilt verða savnað í dátagrunnum og kannað. Endamálið er, at granskarar lættari kunnu finna mynstur, fáa størri innlit og vitan.

Grein 4 í DSM ásetir, at rættindahavi kann velja at siga nei til at verk, hann hevur rættindi til, verða brúkt. Við øðrum orðum kunnu verk, ið eru tøk talgilt, vera brúkt, so leingi rættindahavi ikki sjálvur hevur tikið fyrivarni.

Í roynd og veru merkir tað, at brúkarin sleppur at brúka øll verk til tekst og dátunámsídnað, uttan at biðja rættindahava um loyvi. Tað er upp til rættindahavan at finna útav, hvør ið hevur brúkt verkini hjá honum, og síðan taka støðu til, um hann kann góðtaka tað, og um hann vil krevja viðurlag.

Undantakið í grein 4 svarar til, at grannin kann taka grassláimaskinuna hjá tær, uttan at spyrja um loyvi, og tað er upp til tín, at halda eyga við, um tað, sum er títt, til staðar og síðan gera vart við teg.

Fyri okkum í Føroyum merkir tað, at um ein føroyskur granskari/rithøvundur hevur skrivað eina grein, sum kann verða nýtt í altjóða gransking, skal hann sjálvur gera vart við seg, um hann ikki vil, at greinin verður nýtt – savnað inn til TDM / Tekst og dátanám – í hvørjum einstøkum føri.

Vit síggja tað sum eina uppgávu hjá felagsskapunum hjá rættindahavum at menna loysnir, ið umboða rættindahavar, so játtan og viðurlag kunnu umsitast – eisini til nýtslu í tekst- og dátunámsídnaðiumn.

Mynd: Helle Thede Johansen

Tá ið bókin ikki fæst 

Mong skaldsøgan, stuttsøgan, yrkingin er givin út sum pappírsbók í ávísum upplagi. Eina ferð er upplagið uppi, og bókin verður ikki endurprentað. Bókin er ikki á goymslu.

Í føroysku lógini um upphavsrætt er tað einans upphavsfólkið, ið hevur rætt til at gera eintøk ella at loyva eintøk at verða framleidd. Ofta er eisini ásett í sáttmálanum millum forlag og rithøvund, at um verkið er útselt og ikki verður prentað uppaftur, fellur rættindi til at geva út, aftur til upphavsfólkið.

Í øðrum londum til dømis USA er neyðugt, at tú hevur skrásett tíni rættindi og merkt tey við © fyri at tryggja tær upphavsrættindini.

Hetta hava millum annað Internet Archive og Google Books gjørt sær dælt av. Tey hava lagt milliónir av bókum til almenna nýtlsu á netinum við argumentinum, at pappírsbókin er uppi og ikki verður endurprentað – og uttan at spyrja høvunda ella bjóða viðurlag.

Hugsandi er, at rithøvundurin hevði ætlað sær, sjálvur at lagt sítt verk út á netið ella selja tað sum ebók t.d. Eisini er hugsandi, at rithøvundurin er fegin um, at bókin er útseld, um tað er verk, sum hann als ikki er errin av.

Týdningarmikið er tí at kanna, um tú hevur tilfar liggjandi á netinum, sum tú ikki vilt, at onnur skulu avrita, framleiða og ella selja.

Florence Marie Piriou úr franska felagskapinum SOFIA fyri rættindahavar greiddi á ráðstevnuna frá, at tey høvdu ment eina loysn í 2012, ið gav upphavsfólki møguleika at fáa viðurlag, tá ið útgingin pappírsbók varð gjørd talgilt. EU dómstólurin hevði tó dømt hesa loysn at vera ólógliga, men við grein 8 og 12 í DSM boðskrivinum gerst loysnin hjá teimum nú lóglig.

World Intellectiual Property Organisation

WIPO / World Intellectual Property Organisation er ein sjálvfíggjaður umboðsfelagsskapur undir ST.  Anita Huss, sum er ráðgevi fyri felagsumsiting hjá rættindahavum, greiddi frá tænastunum, ið WIPO veitir, og sum bæði rættindahavar og rættindahavafelagskapir kunnu brúka. WIPO bjóðar alt frá fakligari hjálp og ráðgeving til at smíða upphavsrættarlóg, undirvísa í upphavsrætti á WIPO Academy, um gerðarætt og seming umframt, at tey arbeiða fyri at skapa virðing fyri upphavsrætti.

Eftir framløguna fóru vit at forvitnast, um Føroyar hava limaskap í WIPO, men vit eru ikki á limalistanum. Eftirsum Føroyar hava yvirtikið málsøkið upphavsrætt frá Danmark, ber til at søkja limaskap í WIPO, har 192 lond frammanundan eru limir. Tað er landið (Mentamálaráðið), ið skal søkja um limaskap, og hava vit at vent okkum til Mentamálaráðið við fyrispurning hesum viðvíkjandi.

Skeiv tíðindi og følsk tíðindi

Mogens Blicher Bjerregaard, sum í fleiri ár var formaður í Dansk Journalistforbund og síðani 2015 formaður í European Federation of Journalists, hevði eina framløgu um fyribrigdið, ið vanliga verður rópt “Fake News”. Hann lýsti trý fyribrigdi og kom við ráðum um, hvussu tíðindi kunnu góðskutryggjast.

Hagtøl
Hagtøl kunnu verða spennandi lesnaður, men havast má í huga, at talan er um at savna og tulka upplýsingar. Tað er tí altíð týdningarmikið at seta spurning við, hví júst handa kanning er gjørd, og hvørji fyrilit eru tikin fyri úrslitinum. Hvaðan stava upplýsingarnar, hvørji eru spurd, hvussu nógv, hvussu eru spurningarnir settir osfr.?

Sum dømi kundi í eini grein fyri stuttum lesast, at Svøríki hevði mest kynsligan yvirgang í heiminum. Tá henda upplýsing varð kannað gjøllari kom fram, at tølini, sum samanborið varð við, ikki høvdu sama grundarlag, og tí als ikki kundu berast saman. Eitt nú ger løgreglan í summum londum meira burturúr at skráseta kynsligan yvirgang og fólk, sum hava verið fyri kynsligum yvirgangi, boða oftari frá, um tað í Svøriki enn í øðrum londum. Talan tykist sostatt heldur at vera um virknari skráseting enn um fleiri tilburðir. Ið hvussu er, ber ikki til at staðfesta tað, sum henda tíðindagrein gjørdi.

Misinformatión
Misinformatión er, tá ið onkur misskjiljing er íkomin, og tíðindini, sum síðan verða borin fram, eru skeiv – av misgáum. Tað er ikki so lætt hjá móttakara at varnast ella avdúka. Tað er tí týdningarmikið, at tíðindini verða rættað so skjótt sum til ber, eftir at feilurin er uppdagaður.

Disinformation
Disinformatión er, tá ið skeivleikin er gjørdur við vilja, so at tíðindini verða ósonn. Hetta er tað, ið ofta verður hugsað um, tá ið tosað verður um “Fake News”.

Mogens Blicher Bjerregaard legði dent á, at mistulkað hagtøl og misinformation eins ofta eru trupulleikin sum disinformation, og tí mælti hann frá at brúka fyribrigdið “Fake News”, ið einans fevnir um disinformation.

Eisini vísti hann á dømi, har hansara egnu útsagnir vórðu tiknar úr samanhangi, so at teksturin fekk eina heilt aðra meining, enn hann hevði ætlað, tá ið hann segði sítt.

Góðskutíðindi
Sambært Mogens Blicher Bjerregaard fer ein lóggáva ímóti Fake News ikki at gera tað stóra við trupulleikan. 

Størsta broytingin, ið hend er, er at alt gongur so skjótt nú á døgum. Avbjóðingin er at hava gjøgnumskygdan ognarskap og at tryggja, at báðar síður eru lýstar í sama innslagi ella somu grein og ikki hvør sær. Viðvíkjandi ognarskapi er tað sjálvsagt, um øll virða upphavsrættin, at rætturin til at vera nevndur og rætturin til at vera spurdur um loyvi til at brúka verkið, er ásettur.

Tíðindini verða áhugaverdari og meira álítandi, um dentur verður lagdur á hágóðsku miðlar og miðlafólk. Eitt hugskot hevði verið at sett á stovn eitt miðla- og miðlafólka-umboðsráð, sum kundi havt eitt góðskustempul, ið miðlar kunnu gera seg skikkaðan til at hava.

At enda legði Mogens dent á, at fíggjarligur stuðul verður givin til fleiri miðlar við tí endamáli at tryggja ymiskleika, tá ið tíðindi verða borin.

Næsta evropiska IFRRO ráðstevnan verður í mai 2020 í Oslo.

Stjórnin. Frá vinstru: Helle Thede Johansen, Atli K Petersen og Jonhard Mikkelsen
Mynd: Fjølrit