Útgjald frá Fjølrit hálvan november

Fjølrit er felagsskapur, sum umsitur og býtir út viðurløg fyri at brúka upphavsrættarliga vard verk vegna rithøvundar, tónaskøld, myndlistafólk, yrkisfotografar, miðlafólk og bókaforløg.

Felagsskapurin er endurreistur, eftir at upphavsrættarlógin kom á føroyskar hendur, og hevur m.a. gjørt avtalur við Mentamálaráðið, kommunur, KvF og Barnabata um gjøld fyri at nýta vard verk.

Eisini hevur Fjølrit farna árið arbeitt við at skráseta brúk av vardum verkum á stovnum og skúlum, sum koma undir avtalu við Mentamálaráðið, t.e á miðnámsskúlum, hægri lærustovnum og Próvstovuni.

Vart verk:
Í teirri løtu eitt verk er gjørt, er tað vart eftir upphavsrættarlógini. Eitt verk er útgivið, tá tað er  almenninginum tøkt (t.d. bók kann keypast/lænast, heimasíða á alnótini, avís kann keypast/lænast, plakat hongur á busskýli ella er á alnótini osfr.)

Komið er ikki heilt á mál við hesum arbeiði enn, men skrásetingararbeiðið fyri skúlaárið 2017/18 vísir, at nógv vard verk verða avritað at nýta í undirvísing og til próvtøkur.

Avritan:
At endurgeva, ljósrita, avrita, fjølrita ella á annan hátt at margfalda eintøk av útgivnum verkum. Hetta kann vera:
pappír til pappír (t.d. avrita úr bók við kopimaskinu) 
pappír til talgilt (t.d. ljóslesa úr bók til pdf fílu)
pappír til talvu (t.d. ljóslesa úr bók og vísa á talvu)
talgilt til talvu (t.d. heinta tekst av netinum og vísa á talvu)
talgilt til pappír (t.d. heinta tekst av netinum og printa út)
talgilt til talgilt (t.d. deila eina pdf fílu fleiri ferðir)

At allýsa avritan er støðugt í menning, so hvørt sum tøkni og handilsmodell mennast!

Men stutt kann sigast: eitt eintak av einum verki, sum onkursvegna verður gjørt fleiri atkomuligt samstundis.

Samantalt standa 204 upphavsfólk og 69 útgevarar fyri 477 verkum ella brotum av verkum, sum higartil eru skrásett sum avritað.

Rætt til meira enn 300 kr. í viðurlagi eiga 71 upphavsfólk ella útgevarar, og upphæddir eru nú útgoldnar til tey upphavsfólk og teir útgevarar, sum høvdu skrásett seg sum rættindahava hjá Fjølrit fyri 1. november. 

Hinir rættindahavararnir eiga rætt til minni enn 300 kr. hvør, og sambært reglugerð verða hesar upphæddir standandi á konto hjá Fjølrit í navni rættindahavans í upp til 3 ár, um rættindahavi ikki biður um at fáa tær útgoldnar.

Fjølrit rindaði í vár pening út aftur fyri fyrstu ferð í seks ár samsvarandi avtaluni við KvF. Talan var um viðurløg fyri upplisnar upprunatekstir og týðingar.

Nýggja virksemið hjá Fjølriti er framvegis undir uppbygging, og goldið verður fyrstu ferð út samsvarandi avtalunum við kommunurnar næsta ár, tá ið brúkið har er skrásett.

Skulu rættindahavar hava útgjald, mugu teir skráseta seg hjá Fjølriti. Á heimasíðuni fjoelrit.fo eru frymlar, har rættindahavar kunnu skráseta tær upplýsingar, Fjølriti tørvar.