Nes kommuna undirskrivað avtalu við Fjølrit

Fríggjadagin 7. septembur undirskrivaðu Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, og Atli K Petersen, formaður í Fjølrit, avtalu um nýtslu av vardum verkum. Orðingin í avtaluni er tann sama sum í rammuavtaluni, sum Fjølrit og Kommunufelagið komu ásamt um í juni í ár. Við hesum kunnu Tofta skúli, og aðrir undirvísingarstovnar í kommununi lógliga avrita … Læs mere

AVTALA GJØRD MILLUM FINNLANDI og FØROYAR

Á altjóða ráðstevnu í Brussel herfyri skrivaði Fjølrit undir sáttmála við finska rættindafelagsskapin Kopiosto um at avrokna rættindapening. Fjølrit og Kopisto Tann 28. mai vóru umboð fyri Fjølrit við á árligu altjóða ráðstevnuni, sum IFRRO (International Federation of Reproduction Rights Organisations) skipar fyri. Hetta er ráðstevna, har umboð fyri felagsskapir, ið umsita upphavsrætt, hittast. Tað var á … Læs mere