Avtalan við Kringvarpið dagførd

Katrin Petersen, virkandi kringvarpsstjóri, og Helle Thede Johansen, forfólk í Fjølriti. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen 

Fjølrit og Kringvarp Føroya hava í dag skrivað undir eina dagførda avtalu, sum gevur Kringvarpinum loyvi til at leggja tilfar til børn í appina VIT, og at leggja tilfar út á heimasíðuna, sum ikki fyrst er sent í útvarpinum. 

Dagføringin av avtaluni kom í lag, eftir áheitan frá Kringvarpinum, sum ynskti at sleppa at brúka tilfar hjá føroyskum rithøvunum á nýggjan hátt, á heimasíðu og í app, sum gamla avtalan ikki fevndi um. 

Høvuðsbroytingarnar í avtaluni eru, at Kringvarpið nú kann leggja út á heimasíðuna allar partarnar av einari skaldsøgu, uttan at hon er send í útvarpinum, og uttan at tað ávirkar viðurlagið, sum rithøvundarnir høvdu fingið, um allir partar vórðu sendir í útvarpinum.  

Harafturat hevur Kringvarpið nú loyvi til at leggja út tilfar til børn í appina VIT, fyri sama viðurlag, sum um tilfarið varð sent í útvarpinum, tó við tí undantaki, at tilfarið til børn kann liggja í appini í tríggjar mánaðir, og ikki bara ein mánað, soleiðis sum galdandi er fyri tilfar, sum verður lagt á heimasíðna.

Avtalan gevur ikki Kringvarpinum loyvi til at leggja tilfar út á aðrar miðlar, enn teir, sum nevndir eru í avtaluni. Um Kringvarpið mennir aðrar appir ella miðlar, sum tað vil sleppa at leggja tilfar út á, má avtalan endurskoðast aftur.

Dagførda avtalan er at finna her.