Sløk hálv millión til nýggj verk

Tíðindaskriv

Lýsing av ringrásini, tá upphavsrættarliga vard verk verða brúkt undir avtalu við Fjølrit
Tekning: Bárður Dal Christensen

Viðurløg fyri 451.853,39 krónur, sum fyrndust 1. januar 2025, eru nú klár at býta út til øll tey, sum senda inn fráboðan til Fjølrit innan 23. mai 2025. Treytin fyri at fáa lut í viðurløgunum er, at tú skalt hava givið út verk frammanundan, og at tú arbeiðir við at framleiða eitt ella fleiri nýggj verk. Bæði útgivin og nýggj verk skulu vera innan øki, sum Fjølrit í dag umsitur, sum eru tekstur, myndir og nótar.

Sambært § 43 í lóg um upphavsrætt, fyrnar viðurlag fyri nýtslu av vardum verki trý ár frá ársenda av tí árinum, tá ið verkið varð nýtt. Hevur upphavsfólkið at hesum verki ikki gjørt krav sítt galdandi móti Fjølriti innan hesa freist, kann Fjølrit býta út viðurlagið á annan hátt, til dømis soleiðis, sum her verður gjørt, til at skapa nýggj verk fyri.

Viðurløgini, sum nú verða býtt út, koma frá gjaldi fyri nýtslu av vardum verkum, sum fór fram fyri 1. januar 2022, og sum Fjølrit ikki á annan hátt hevur kunnað goldið út, eitt nú vegna vantandi upplýsingar um rættindahavarar, ella vantandi upplýsingar um ítøkiligu nýtsluna. Ein partur er eisini viðurløg til útlendskar rættindahavarar, sum Fjølrit sambært B-avtalu við onnur lond kann rinda út til føroyskar rættindahavarar.

Seinastu árini hevur Fjølrit býtt út viðurløg eftir fráboðan tvær ferðir árliga, men frá og við 2025 verða øll útgjøld savnað í eitt einstakt árligt útgjald, sum verður goldið út í august ella september. Hetta fer at lætta um umsitingina, og tað fer eisini at gera tað lættari hjá rættindahavarum at fylgja við. Hetta merkir samstundis, at puljan, sum nú er tøk, er einasta pulja, sum verður býtt út í 2025.

Freistin at senda inn fráboðan er 23. mai 2025 kl. 15.00. Fráboðanin skal sendast inn talgilt á serstakari síðu á heimasíðuni hjá Fjølriti, sum tú finnur her. Á somu síðu finnur tú eisini kunning um treytir og annað fyri at fáa útgjald. Tú skalt vera skrásett/-ur sum rættindahavari fyri at senda inn fráboðan, og tað kanst tú eisini gera á serstakari síðu á heimasíðuni hjá Fjølriti, sum tú finnur her.

Hevur tú spurningar, kanst tú ringja á tlf. 238600 ella 238601, ella skriva til post@fjoelrit.fo.