Útgjald av fyrndum viðurløgum 2025

Puljan, ið her verður býtt út, er kr. 451.823,39. Puljan fevnir um tann partin av gjaldinum fyri nýtslu eftir øllum avtalum í 2021, sum Fjølrit ikki á annan hátt hevur kunnað rindað út til rættindahavarar, og sum tí frá 1. januar 2025 eru at rokna sum fyrnd viðurløg eftir § 43 í lóg um upphavsrætt.

Tað ber til at lesa meiri um fyrnd og útgjald eftir fráboðan her: Lóggáva og reglugerð Fjølrits viðvíkjandi fyrndum viðurløgum

Nýtslugjaldið verður býtt út millum allar fráboðanir, ið lúka treytirnar, ið eru lýstar her: Treytir fyri útgjald eftir fráboðan 2025

Er tú í iva, um tú lýkur treytirnar, kanst tú senda ein teldupost til post@fjoelrit.fo ella ringja á tlf. 238600 ella 238601

Endaligu viðurlagsupphæddirnar verða roknaðar eftir hesum leisti: Nýggj stakverk fáa ein lut, meðan nýggj heildarverk fáa fýra lutir. Stakverk eru eitt nú stakar stuttsøgur, stakar greinar, stakir sangtekstir, stakir nótar og stakar fotomyndir. Heildarverk eru eitt nú bókaverk, framsýningar, tónleikaverk og størri stakverk innan eitt nú myndlist.

Evsta freist at senda fráboðan er fríggjadagin 23. mai 2025 kl. 15.00. Svarað verður um endaligu upphæddirnar umleið tríggjar vikur eftir freistina.

Fráboðanarfreistin er farin