Útgjald av fyrndum viðurløgum 2026

Puljan, ið her verður býtt út, er kr. 1.285.047,10. Puljan fevnir um tann partin av gjaldinum fyri nýtslu eftir øllum avtalum í 2022, sum Fjølrit ikki á annan hátt hevur kunnað rindað út til rættindahavarar, og sum tí frá 1. januar 2026 eru at rokna sum fyrnd viðurløg eftir § 43 í lóg um upphavsrætt.

Tað ber til at lesa meiri um fyrnd og útgjald eftir fráboðan her: Lóggáva og reglugerð Fjølrits viðvíkjandi fyrndum viðurløgum

Nýtslugjaldið verður býtt út millum allar fráboðanir, ið lúka treytirnar, ið eru lýstar her: Treytir fyri útgjald eftir fráboðan

Er tú í iva, um tú lýkur treytirnar, kanst tú senda ein teldupost til post@fjoelrit.fo ella ringja á tlf. 238600 ella 238601

Endaligu viðurlagsupphæddirnar verða roknaðar eftir hesum leisti: Nýggj stakverk fáa ein lut, meðan nýggj heildarverk fáa fýra lutir. Stakverk eru eitt nú stakar stuttsøgur, stakar greinar, stakir sangtekstir, stakir nótar og stakar fotomyndir. Heildarverk eru eitt nú bókaverk, framsýningar, tónleikaverk og størri stakverk innan eitt nú myndlist.

Evsta freist at senda fráboðan er mánadagin 01. juni 2026 kl. 15.00. Svarað verður um endaligu upphæddirnar við endan av juni 2026.

Skifti av fyrndum peningi 2026

Tínar upplýsingar

Er talan um felag, so skriva navn á felagnum her
Er talan um felag, so skriva navn á ábyrgdarpersóni her
skriva teldupostin her
skriva teldupostin umaftur her

Fráboðan

Í mesta lagi 5 fráboðanir pr. rættindahava
Útgivið verk, sum tú/felagið hevur gjørt/givið út
td. ISBN, ISMN, ISSN, leinki til upplýsingar um útgávu. Um tú vil viðfesta myndir ella fílur, nýt tá teigin undir hesum.

Maximum file size: 5MB

Tekur bert fíltypur: pdf, jpg, jpeg, jpe og png. Viðfest ikki fílu ið inniheldur viðkvæmar upplýsingar, eitt nú persónupplýsingar.
Verkslag *
Verkslag á tí upplýsta útgivna verkinum. Er tú rættindahavi til fleiri, td bæði mynd og tekst, vel tá bert tað eina. Er fráboðanin vegna forlag, vel tá “útgáva (bert fyri bókaforløg)”

Tann nýggja verkætlanin, sum upphæddin verður brúkt til

Talan kann eisini vera um arbeiðsheiti/fyribilsheiti á verkætlan.
Nær er ætlanin at td bók skal útgevast, framsýning vera, framførsla haldast osfr.
Heildarverk ella stakverk *
Vel annað, um tú ert í iva kanst tú viðmerkja tað í næsta teiginum
td. hvussu verður givið út, hví talan er um stakverk / heildarverk, innihald og annað, tú metur viðkomandi
Verksløg, ið verkætlanin førir til *
Verksløgini verða bólkað í økini: Tekstur (fagurtekstur, grein, týðing, yrking, yrkistekstur), Mynd ( myndlist, fotografi), og Nótar (sangtekstur, nótar). Set flugubein við tað/tey verksløgini í nýggju verkætlanini, ið tú er rættindahavi til.