Stjórnin einmælt afturvald

Mikukvøldið 30. januar kl 17-19 varð aðalfundur í Fjølrit. Fundurin var í Hugskotinum. Seytjan fólk, ið høvdu meldað til. Tað kavaði so mikið illa, at onkur lá veðurfastur, men trettan fólk vóru á fundinum. Øll limafeløgini vóru umboðað, 3 fyri Føroyskar Yrkisfotografar, 2 fyri Føroysk Myndlistafólk, 2 fyri Rithøvundafelag Føroya, 2 frá Føroysk Tónaskøld, 2 fyri Føroysk Bókaforløg og 1 frá Føroysk Miðlafólk.

Skráin var sambært grein 3 stk 4 í viðtøkunum:
1. Fundarsetan og val av tveimum fólkum at undirskriva gerðarbókina.
2. Gerðarbókin frá undanfarna umboðsfundi góðkend.
3. Ársfrágreiðing frá stjórnini.
4. Grannskoðaður roknskapur.
5. Fíggjarætlan fyri komandi ár.
6. Onnur máI, sum eru nevnd í fundarboðunum.
– kunning um persónupplýsingarlógina og gjøgnumskygnið í Fjølrit
– uppskot til broytingar í viðtøkunum og reglugerðini til góðkenningar
7.
– Val av formanni og næstformanni í umboðsráðið.
– Val av formanni, næstformanni og einum limi i stjórnina og varalimum fyri teir.
– Val av grannskoðara.
8. Ymiskt.

Broytingaruppskotið til viðtøkurnar varð einmælt samtykt av umboðsráðnum, og somuleiðis broytingaruppskotið til reglugerðina um handfaring av viðurløgum.

Sitandi formaður, Ole Wich (Føroysk Myndlistafólk), stillaði upp aftur og umboðsráðið samtykti einmælt at velja hann aftur. Sitandi næstformaður, Kim Simonsen (Rithøvundafelag Føroya), stillaði upp aftur og varð einmælt valdur aftur.

Sitandi stjórn, Atli K Petersen (Føroysk Tónaskøld), Helle Thede Johansen (Rithøvundafelag Føroya) og Jonhard Mikkelsen (Føroysk Bókaforløg) stillaðu upp aftur og vórðu einmælt vald inn aftur.
Sum varalimir stillaðu Uni Arge (Føroysk Miðlafólk) og Alan Brockie (Føroyskir Yrkisfotografar) upp og vóru einmælt valdir.

Umboðsráðið valdi einmælt at brúka Januar sum grannskoðara aftur.

Frá vinstru: Atli K Petersen, Helle Thede Johansen, Heidi Durhuus og Jonhard Mikkelsen