Heildarætlanin um vitlíki í Føroyum er grundað á upphavsrættin

Nú heildarætlan fyri vitlíki í Føroyum verður løgd fram í næstum, vil Fjølrit, umboðandi rættindahavar í Føroyum, vísa á týdningin av, at lógarásetti upphavsrættur teirra verður virdur, tá ið vart tilfar verður brúkt til menning og brúk av vitlíki í Føroyum.

Tað er ikki ov nógv sagt, at ein heildarætlan fyri vitlíki í Føroyum í stóran mun er grundað á vart tilfar, og tí er tað sera umráðandi, at allir spurningar um rættindi og viðurløg fyri brúk av tilfari til vitlíki verða avkláraðir, áðrenn heildarætlanin verður sett í verk.

Tá ið forkanningin um vitlíki fór í gongd í desember í fjør, gjørdu umboð fyri Fjølrit vart við týdningin av, at rættindahavarnir vórðu tiknir við í arbeiðið so tíðliga sum til bar. Men tíverri varð tað ikki tikið til eftirtektar. Forkanningin, sum varð løgd fram í Smæruni 21. apríl, viðgjørdi tí ikki spurningar um upphavsrætt, og tað halda vit í Fjølrit vera sera óheppið.

Vit síggja uttan um okkum, at upphavsrætturin verður tikin í alt størri álvara, tá talan er um brúk av vardum verkum til at menna vitlíki og vitlíkisamboð við. Ein heilt fesk kanning úr Svøríki (juni 2026) vísir, at heili 70% av teimum spurdu halda, at rættindahavar eiga at fáa samsýning fyri, at verk teirra verða brúkt til at menna vitlíki við. Tað er ein stór hækking frá seinastu kanning (2025), tá ‘einans’ 55% hildu tað sama.

Hetta er ikki eindømi. Vit í Fjølrit vita frá okkara norðurlendsku systurfeløgum, at rákið er tað sama í øllum norðurlondunum, og aðrastaðni við. Tað ber ikki til longur at lata sum um, at upphavsrætturin ikki er til. Tvørturímóti eigur spurningurin um upphavsrætt at standa í miðdeplinum fyri arbeiðnum við einari heildarætlan um vitlíki í Føroyum.

Tað heldur Fjølrit.

Kim Simonsen, forfólk