Altjóða bóka- og upphavsrættadagur

23. apríl er altjóða bóka- og upphavsrættadagur. Dagurin, har bókmentir, rithøvundar, lesing og upphavsrættur eru í brennediplinum. Gjøgnum bókmentir kanst tú ferðast til fremmand lond og kenna, at tú hevur verið har, uttan at hava nýtt tíð og pening til at ferðast, staðið í bíðirøðum og sleipað viðføri við tær. Gjøgnum bókmentir kanst tú stríðast fyri lívinum í kríggi, ágangi og hungursneyð, uttan veruliga at koma í vanda. Gjøgnum bókmentir kanst tú gerast varug við, hvussu orð kunnu setast á kenslur, sum tú fyrr ikki hevði orð fyri.

Uppruni

Siðvenjan at heiðra bókmentir og høvundar hevur sín uppruna í Katalonia í Spania. Tað var spanski rithøvundurin Vicente Clavel Andrés, sum í 1922 fekk hugskotið at heiðra spanska rithøvundin Miguel de Cervantes, ið serliga er kendur fyri at hava skrivað skaldsøguna Don Quixote

Don Quixote

Skaldsøgan um aðalmannin Don Quixote, ið kom út í tveimum bindum í árunum 1605 og 1615, er ein bronglan av tátíðar riddaraskaldsøgum. Høvuðspersónurin hevur lisið so nógvar riddaraskaldsøgur, at hann ger av at fara út á sína egnu riddaraferð, fyri at gera verðina til eitt betri stað, men tað gongur als ikki altíð soleiðis, sum hann hevði ætlað. Don Quixote hevur ikki somu uppfatan av hendingum sum fólk rundan um hann, og tað hevur við sær sera margháttligar, men stundum eisini hugnemandi støður. Søgan um Don Quixote kann lesast sum fornlistalig ímynd av æviga tvídráttinum millum fullkomna lívið og veruleikan, men lesingin fær óivað eisini smílið fram.

Altjóða dagur

Fyrstu ferð bókadagurin varð hátíðarhildin í Spania var 7. oktober 1926, á sjálvum føðingardegnum hjá Miguel de Cervantes, men longu í 1930 varð dagurin fluttur til 23. apríl, sum er dagurin, tá ið Miguel de Cervantes doyði. 23. apríl er eisini dagurin, tá katolonska verndarhalgimennið Diada verður heiðrað, og siður er at geva gávur til tína elskaða hendan dag, sum til dømis eina bók og eina rósu.  

Í 1995 valdi UNESCO at seta ein altjóða dag av fyri at heiðra bókmentir, fremja lesing, útgávu og uppmerksemi um upphavsrættindi. Bókmentir geva okkum innlit í, hvussu onnur fólk liva, og hví tey gera, sum tey gera, og kann lesing tí vera við til, at vit fáa størri forstáilsi fyri øðrum, og kanska eisini innlit í, hví vit sjálvi gera, sum vit gera. Bókmentir ríka okkum lívið.

Vilt tú vera við til at heiðra bókmentir, rithøvundar og rættindi teirra, so keyp eina bók til ein ella eina, tú ert góð ella góður við, og gev bókina saman við eina rósu leygardagin 23. apríl.

Góðan bókadag

Fjølrit