Norðurlendskur stórfundur í Íslandi

Forseti Íslands, Guðni Th. Jóhannesson, setti stórfundin, sum varð hildin í Reykjavík.

Fjølrit luttók 5.-6. mai 2022 á stórfundi fyri upphavsrættarfeløg í Norðurlondum. Fundurin var fyriskipaður av okkara íslendska systurfelagi, Fjølis, og varð hann hildin í Reykjavík. Hetta er fyrsti felags norðurlendski fundur síðan 2019, tá ið Fjølrit var vertur í Føroyum. Talan er annars um eina árliga afturvendandi siðvenju, og eftir ætlan verður næsti fundur Finnlandi í 2023.

Høvuðsevnið á fundinum hesa ferð var DSM-regluverkið, sum limalondini í ES eru í gongd við at seta í verk, og sum á summum økjum eisini ávirka okkum í Føroyum. DSM er stytting fyri Digital Single Market, og í stuttum snýr tað seg um at tryggja upphavsrættin í sambandi við stroyming og nýtslu av talgildum verkum á netinum, sum eru fevnd av upphavsrætti. Fundurin var eitt kærkomið høvi hjá Fjølrit at hoyra um hetta regluverkið, og at kunna seg um gongdina í hinum Norðurlondunum.

Feløgini løgdu eisini fram frágreiðingar um virksemið í hvørjum landi sær síðan seinasta fund, og vístu eisini á serligar avbjóðingar, sum tey høvdu í teirra landi.

Skráin fyri stórfundin var sera trong, men aftaná var skipað fyri útferð, har góður møguleiki var hjá luttakarum at tosa nærri saman um eitthvørt.

Fyri Fjølrit luttóku limirnir í stjórnini, sum eru Helle Thede Johansen, Niels Jákup Thomsen og Høgni Reistrup, og umsitarin, Arnbjørn Ó. Dalsgarð.

Høgni Reistrup, Helle Thede Johansen, Niels Jákup Thomsen og Arnbjørn Ó. Dalsgarð