Rættindahavar, ið Fjølrit umboðar – tekst, mynd og nótar – kunnu nú søkja um at fáa part av puljuni frá 2014-15. Rættindahavar søkja við at fylla út frymilin “Umsókn til útgjald 2014-15” á heimasíðuni hjá Fjølrit. Puljan stavar frá pengum, sum eru fyrnaðir, tí meira enn 3 ár eru liðin, síðan verkini vórðu brúkt. Allir rættindahavar innan nevndu øki, bæði limir og ikki-limir í limafeløgum Fjølrit, kunnu søkja um upphædd.
Ein avmarking er tó. Upphavsrættarlógin leggur dent á, at peningurin, sum kemur inn, er ikki stuðul, men løn fyri útint arbeiði. Tí er tað eitt krav, at upphavsfólkið skal hava givið eitt verk út fyri at kunna fáa part av peninginum.
Sostatt verður eisini eggjað til ringrásina, har rættindahavi ger verk, ið lærari brúkar í undirvísing, sum avvarandi av undirvísingarstovnum rindar rættindahava fyri ígjøgnum Fjølrit, og á tann hátt stimbrar rættindahava til at skapa fleiri verk, sum lærari kann brúka.
Umframt upplýsing um eitt útgivið verk verður heitt á umsøkjaran um at seta upphædd á nýggja verkið, sum er í gerð. Um so er, at samlaðu upphæddirnar, ið søkt verður um, fara upp um puljuna, verða upphæddirnar minkaðar lutfalsliga.
Puljan stavar frá brúki av vardum verkum á øllum skúlaøkinum (fólkaskúla, musikkskúla, miðnámi, hægri lestri, kvøldskúla osfr) í árunum 2014 og 2015.
Eftir samráðingar ímillum Fjølrit og Mentamálaráðið, sum varaði av allari undirvísing á fíggjarlógini um tað mundið, komu partarnir ásamt um at seta upphæddina, sum var 200.000 kr um árið, áðrenn upphavsrættarlógin kom á føroyskar hendur. 20 % eru tikin burturav til umsiting, sum lutfallið er her í fyrstuni, umframt eitt ítøkiligt krav frá rættindahava, er puljan 318.689,96 kr.
Freistin at søkja er sett til kl 24.00 fríggjadagin 31. januar. Svar um endaliga upphædd verður sent um hálvan februar.