Runavíkar kommuna rindar fyri undirvísingartilfar

Atli t.v og Torbjørn t.h
Atli K. Petersen, formaður í Fjølrit og Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.
(mynd: Sølvi Reinert Hansen)

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Rúnavíkar kommunu, skrivaði undir avtalu við rættindafelagsskapin Fjølrit tann 29. juni 2018. Rúnavíkar kommuna er sostatt fyrsta kommuna, ið skrivar undir, og við hesum er nú tryggjað, at skúlar og stovnar í Rúnavíkar kommunu lógliga kunnu avrita og talgilt býta út tilfar, sum tey nýta í undirvísing ella til innanhýsis nýtslu uttan at skula biðja hvønn einstakan høvund, tónaskald ella myndlistafólk um loyvi frammanundan. Samstundis er avtalað, at kommunan fer at rinda listafólkunum  fyri nýtsluna av teirra verkum eins og hevði talan verið um at keypa frálærubøkur.

Ólógligt at taka avrit og framleiða eyka eintøk

Sambært galdandi lóg um upphavsrætt er ikki loyvt at avrita ella á annan hátt framleiða fleiri eintøk av einum verki til annað enn egið brúk. Er avtala um nýtslu gjørd við Fjølrit, fæst loyvi at framleiða fleiri eintøk og nýta verk til undirvísing, skeiðvirksemi og líknandi.

4. august 2017 gjørdi Mentamálaráðið avtalu við Fjølrit um nýtslu av vardum verkum á miðnámi, hægri útbúgvingum og próvstovuni. Tey hava sostatt loyvi at taka avrit av einari stuttsøgu, mynd ella kanska einum nótaverki og býta út til næmingarnar, tá ið tørvur er á at nýta tilfar út yvir vanligu frálærubøkurnar.

Gamli skúlin við Skálabotn
Gamli skúlin við Skálabotn, har avtalan bleiv undirskrivað.
(mynd: Torbjørn Jacobsen)

Skúlar og stovnar í Rúnavíkar kommunu kunnu nú eisini á lógligan hátt framleiða eintøk av einum verki til innanhýsis nýtslu ella sum undirvísingartilfar, og er kommunan við hesum við til at gera atgongdina til undirvísingartilfar  betri og samstundis bøta um arbeiðskorini hjá listafólkunum.

Rættvíst nýtslugjald  

Upphavsrættarlógin ásetir, at tann, ið hevur framleitt verkið, hevur rætt til viðurlag. Hugburðurin eigur at vera: Eingin nýtsla við ongum viðurlagi! Ein og hvør vøra kostar at framleiða og onkur má gjalda, skal framleiðslan halda fram.

Summi bera fram, at hesin hugburður gongur ímóti tí, sum ES arbeiðir fyri: Fríari atgongd til vitan og mentan. (Digital Single Market / DSM). Tað er tó tvørturímóti. Júst tað, at goldið verður viðurlag fyri nýtslu er neyðuga grundarlagið fyri, at nýggj verk kunnu verða framleidd. Valla hevði nakar biðið ein lærara, húsasmið ella politikkara arbeitt ókeypis.

Sambært avtalunum, sum Fjølrit hevur gjørt, rinda skúlar og stovnar tó ikki eina ávísan upphædd fyri hvørt eintak, teir framleiða, men eina upphædd per næming/starvsfólk. Nøgdin av avritum er sostatt ikki avgerandi fyri, hvussu nógv skúlar og stovnir skulu rinda eftir hesum frymli. Avgerandi er tó, at Fjølrit fær at vita, júst hvat og hvussu nógv skúlar og stovnir hava framleitt, so at viðurløgini verða býtt rættvíst út til einstøku listafólkini.

Við einari avtalu við Fjølrit fæst rættur at nýta upphavsrættarvart tilfar og við at rinda fyri nýtsluna er avtalupartnarin við til at løna føroyskum listafólkum og á tann hátt styrkja føroyska list og mentan.

Gongdin

Upprunan til Fjølrit er Ljósritagrunnurin, ið varð settur á stovn í 1986. Tøkniliga menningin hevði við sær, at nærum ein og hvør skjótt og lætt kundi taka avrit av einum teksti ella eini mynd. Tað var hent og spardi bæði skúlar og næmingar fyri útreiðslur til undirvísingartilfar. Men tað hevði eisini við sær, at rithøvundarnar seldu færri bøkur – teirra inntøkugrundarlag minkaði.

Ljósritagrunnurin varð tískil settur á stovn fyri at tryggja, at skúlarnir rindaðu eina upphædd fyri hvørt avrit, ið varð tikið, og at peningin kundi koma listafólkunum til góðar. Í 1992 broytti Ljósritagrunnurin navn til Fjølrit. Tøkniliga menningin hevði nú við sær, at nú varð alt hugsandi avritað heldur enn at keypa verk. Framleiðslan varð alsamt fjølbroyttari, og nú bar til at senda tekst, mynd og annað talgilt.

Lóggávan á upphavsrættarøkinum var gamla danska lógin um upphavsrætt frá 1961. Í mars 2001 legði Tórbjørn Jacobsen, sum tá var mentamálaráðharri, fram eitt uppskot um at dagføra upphavsrættarøkið. Hetta hevði í fyrsta umfari við sær, at gamla lógin varð skift út við donsku lógini um upphavsrætt frá 1995. Við smávegis broytingum og tillagingum til føroysk viðurskifti varð henda lóg sett í gildi í desember 2001.

Í 2010 varð málsøkið Upphavsrættur so yvirtikið sum føroyskt málsøki og hereftir varð farið undir at smíða føroyska lóg. Tað er við grundarlagi í § 40 stk. 1 í løgtingslógini um upphavsrætt frá 30. apríl 2015, at Fjølrit er góðkent sum felagsskapur at umsita rættindi vegna føroyskar rithøvundar, tónaskøld, fotografar, miðlafólk, myndlistafólk og forløg.

Framtíðarútlitini

Fyrstu skúlarnir hava longu goldið fyri sína nýtslu skúlaárið 2017/2018 og verður nú farið undir at skráseta, júst hvørji verk eru vorðin nýtt, og hvør ið hevur rættindini, áðrenn peningurin kann verða goldin røttu viðkomandi. Væntast kann, at hetta fer at taka drúgva tíð at fáa alt í rættlag, men um eitt til tvey ár, fer alt at rigga eftir føstum mannagongdum.  

 

Skriv en kommentar