Fríggjadagin 7. septembur undirskrivaðu Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, og Atli K Petersen, formaður í Fjølrit, avtalu um nýtslu av vardum verkum. Orðingin í avtaluni er tann sama sum í rammuavtaluni, sum Fjølrit og Kommunufelagið komu ásamt um í juni í ár. Við hesum kunnu Tofta skúli, og aðrir undirvísingarstovnar í kommununi lógliga avrita vard verk til undirvísingarbrúk, um tørvur er á tí. Samtundis verður tryggjað, at upphavsrættarfólk fáa viðurlag fyri nýtslu av sínum verkum.
Fjølrit fegnast vegna limir sínar um, at eisini Nes Kommunu nú er við til at løna listafólki fyri teirra íkast til føroyskt undirvísingartilfar.
Hetta er í samsvari við ætlanina við upphavsrættarlógini, tí sum tað stendur í innganginum eru “Tey gjøld (viðurløg fyri nýtslu av vardum verkum), sum verða umrødd í hesi lóg, eru sostatt at meta sum inntøka hjá upphavsmanninum og løn fyri avrikað arbeiði.”
Hesin lønarparturin kann vera tað, sum krevst fyri at rithøvundurin, myndafólkið, tónaskaldið ella útgevarin hevur atstøður til at skriva ta næstu bókina, gera tat næstu myndina, skriva tað næsta tónaverkið ella geva ta næstu bókina út.
Í Svøríki hevur ein kanning víst at 25 % av inntøkuni hjá tónleikarum kemur frá viðurløgum fyri upphavsrætt.