Rættindahavarar kunnu nú senda inn fráboðan um at fáa lut í puljuni frá miðnámi, hægri lestri og Próvstovuni, fyri brúk av vardum verkum skúlaárið 2019/20.
Hesa ferð er puljan kr. 155.049,57, sum verður býtt javnt millum allar fráboðanir, ið lúka ásettu treytirnar.
Evsta freist at senda fráboðan er fríggjadagin 11. november 2022 kl. 15.00. Svarað verður um endaligu upphæddirnar einar tvær vikur eftir freistina.
Leinki til fráboðan: https://fjoelrit.fo/skifti-av-nytslugjaldi/skifti-av-nytslugjaldi-fra-midnam-haegri-lestri-og-provstovuni-2020/