Fjølrit hevur fingið nýggjan KT-mennara
Heidi Durhuus, okkara nærlagdi, fyrikomandi og dugnaligi umsitari og KT-mennari seinastu hálvtfimtu árini, hevur fingið nýtt starv í Bergen, har hon og familja hennara býr. Heidi varð 1. apríl 2018 sett í starv sum fyrsta lønta starvsfólkið í Fjølrit nakrantíð.
Hóast rættindahavafelagsskapurin skjótt hevur 37 ár á baki, var umsitingin av viðurløgum fyri avritan heilt fram til 2010 røkt av óløntum nevndarlimum í grunninum. Hetta árið varð upphavsrætturin yvirtikin sum føroyskt málsøki, og eftir hetta gingu nøkur ár við at orða nýggja lóg og kunngerðir. Í apríl 2015 varð so galdandi lóg um upphavsrætt sett í gildi.
Nýggja upphavsrættarlógin kravdi, at viðurløg fyri avritan/nýtslu av upphavsrættarvardum verkum ikki longur kundu umsitast sum ein grunnur, og kravt varð, at viðurløg hereftir skuldu avroknast til viðkomandi upphavsfólk. Tað vil siga, at upplýsingar um avritan/spjaðing av eintøkum skulu fáast til vegar, saman við navni á upphavsmanni, og at ein dátatrygg skráseting av upphavsfólkum skuldi setast á stovn.
Í dag eru 220 upphavsrættarfólk og arvingar tess skrásettir í Fjølrit, sum umsitur viðurløg svarandi til knappar tríggjar milliónir krónur árliga, tá útreiðslur til umsiting eru drignar frá. Tað er í stóran mun Heidi Durhuus fyri at takka, at Fjølrit í dag er ein rættindahavafelagsskapur, sum virkar fult á hædd við líknandi felagsskapir grannalondum okkara.
Stjórnin fyri Fjølrit vil við hesum takka Heidi Durhuus fyri eitt megnar arbeiði, føroyskum listafólkum til frama, og ynskja henni alt tað besta í nýggja starvinum.
Vælkomin til Símun Petur Venned
1. desember 2022 kundu vit bjóða Símuni Peturi Venned væl komnum sum nýggi KT-mennari okkara. Símun Petur er útbúgvin BA í stødd- og hagfrøði, og kemur frá einum starvi sum dátugreinari hjá Udviklings- & Forenklingsstyrelsen í Keypmannahavn.
Framyvir fer Símun Petur at hava ábyrgdina av dátagrunninum, innheinting av dáta, skráseting, útrokningum og útgjaldi av viðurløgum. Hetta í tøttum samstarvi við Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, sum síðan 1. mars 2022 hevur havt ábyrgdina fyri samskiftinum, avtalum og dagligu umsitingini sum heild.
Samband kann fáast við Símun Petur Venned á telefon 238601 ella við at senda t-post til simun@fjoelrit.fo. Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð hevur telefon 238600 og t-postadressu arnbjorn@fjoelrit.fo.
17. desember 2022
Helle Thede Johansen, forkvinna
Niels Jákup Thomsen, næstformaður
Steintór Rasmussen, stjórnarlimur