DÁMAR TÆR VÆL AT NØRDAST VIÐ TØLUM OG KT-SKIPANUM? DUGIR TÚ AT ARBEIÐA SJÁLVSTØÐUGT OG SKIPAÐ, AT HAVA YVIRLIT OG TRYGGJA SKJALFESTAN AV DÁTU? SO ERT TÚ KANSKA OKKARA NÝGGI KT-MENNARI, SUM SKAL TRYGGJA, AT SKRÁSETINGAR OG ÚTROKNINGAR FARA RÆTT FRAM, OG HARVIÐ STUÐLA UNDIR BURÐADYGGU LISTARINGRÁSINA.
Starvsøki
Starvið fevnir í høvuðsheitum um at víðarimenna dátagrunn (MySQL) og skipanir, bæði í bakstøðu og markamóti. Vit brúka í løtuni LibreBase. Tað er tí týdningarmikið, at tú ert von/vanur við at arbeiða við relationellum dátagrunnum og SQL, og gjarna Java ella øðrum objektorienteraðum forritanarmálum.
KT-mennarin hevur ábyrgdina av at skráseta upphavsrættarfólk og verk, at savna inn og skráseta nýtslu, at tryggja at nýtslugjøldini verða útgoldin í samsvari við reglugerð, avtalur og dátatrygd.
Dagliga virksemið verður útint av KT-mennaranum og aðalskrivaranum í samstarvi. Virksemið verður stjórnað av stjórnini, ið telur trý fólk. Arbeitt verður frá okkara skrivstovuplássi í Hugskotinum í Tórshavn, ella heimanífrá.
Førleikakrøv
Vit vænta at tú hevur í minsta lagi BA í til dømis dátufrøði, teldufrøði, hagfrøði, støddfrøði ella líknandi.
Vit vænta, at tú
- hevur kunnleika til og royndir við at arbeiða við relationellum dátagrunnum sum Mysql, Oracle, Microsoft SQL ella PostgreSql
- ert tilvitað/-ur um krøvini til trygga handfaring av persónsupplýsingum
- arbeiðir nærlagt, sjálvstøðugt og ábyrgdarfult
- ert væl skipað/-ur
Vit bjóða
Eitt starv við spennandi avbjóðingum, sum gevur góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning, umframt eitt breitt og fjøltáttað netverk. Eitt starv, har tú ert við til at styrkja fíggjarligu umstøðurnar hjá listafólkum.
Fjølrit hevur eitt tætt samstarv við okkara norðurlendsku systurfeløg, og er eisini limur í altjóða felagsskapinum IFRRO. Tú kemur at luttaka á fundum og ráðstevnum, talgilt ella persónliga á staðnum, alt eftir innihaldi og eftir nærri avtalu við stjórnina.
Løn og setanartreytir
Talan er um eitt fulltíðarstarv, við møguleika fyri styttri og skiftandi arbeiðstíðum. Starvið verður sett eftir galdandi sáttmála innan økið. Løn og senatartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.
Ynskiligt er, at tann, ið verður sett/ur í starvið, kann byrja í seinasta lagi 1. desember 2022.
Meira at vita
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Helle Thede Johansen, forkvinnu, á telefon +298 517940, ella Heidi Durhuus, núverandi KT-mennari, á telefon +47 46120164. Til ber eisini at skriva til: post@fjoelrit.fo
Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 19. oktober 2022, og skulu sendast til: post@fjoelrit.fo. Merk teldupostin: “KT-mennari” í evnisrútin.
Fjølrit er meginfelag hjá feløgum, sum umboða rættindahavar, tá ið verk, vard av lógini um upphavsrætt, verða nýtt. Felagsskapurin hevur sum endamál at umsita og býta út samsýningar fyri brúk av upphavsrættarliga vardum verkum vegna rithøvundar, tónaskøld, myndlistafólk, yrkisfotografar, miðlafólk og bókaforløg. Fjølrit tryggjar sostatt burðardyggu listaringrásina – at rættindahavar fáa eitt sømiligt nýtslugjald, tá ið verk teirra verða endurgivin og nýtt. www.fjølrit.fo