Boða frá um at fáa lut í nýtslugjaldinum fyri 2019

Til ber nú hjá rættindahavarum at søkja um lut í nýtslugjaldinum fyri verk brúkt
á kommunalum stovnum í 2019. Talan er um verk brúkt á eitt nú fólkaskúlum,
tónlistaskúlum, kvøldskúlum og barnagørðum.
Fjølrit umboðar rættindahavarar, sum fáast við tekst, myndir og nótar. Og tað
eru hesir rættindahavarar, sum nú kunnu boða frá um at fáa lut í
nýtslugjaldinum fyri 2019. 
Eftir ætlan skuldi helmingurin av nýtslugjaldinum lutast út við útgangsstøði í
eini spurnakanning gjørd á fólkaskúlunum í oktobur 2020. Men bara 17,5
prosent svaraðu kanningini, og tað er ikki nóg gott grundarlag at býta út eftir.
Stjórnin hevur tí tikið avgerð um at seta 17,5 prosent av upphæddini til teir
rættindahavarar, ið komu undan kavi í spurnakanningini, og hini 82,5
prosentini verða býtt út til innkomnar fráboðanir sambært grein 3 í reglugerðini
hjá Fjølrit.

§ 3. VIÐURLØG FYRI SANNLÍKA NÝTSLU
Viðurløg fyri nýtslu, sum ikki ber til at eyðmerkja, og sum umfatar ein munandi
part av upphavsrættarfólki, verða býtt út til sannlíkar rættindahavarar eftir
einari meting, sum inniheldur hagfrøðiliga nýtslu, nýggj verk, stakroyndir og
møguliga aðrar viðkomandi tættir.

og víðari eftir grein 4 stk 2, stk 5.1 og stk 6:

§ 4. VIÐURLØG, SUM IKKI KUNNU BÝTAST ÚT
Stk. 2. Viðurløg, har mett verður, at tað fer at kosta meira enn 25 prosent í
umsitingargjaldi at finna viðkomandi upphavsrættarfólk, eru at meta sum
viðurløg, sum ikki kunnu býtast út.
Stk. 5. Viðurløg, sum ikki kunnu býtast út, verða brúkt til
1. At býta út til rættindahavarar til at framleiða nýggjar útgávur, nýggjar
framsýningar og aðra nýgjørda framleiðslu innan øki, ið Fjølrit umsitur
Stk. 6. Stjórnin tekur avgerð. Upphæddirnar skulu brúkast innan fyri virkisøkið
hjá limafeløgum Fjølritar, tó uttan krav um limaskap.

Á hesum sinni verða 829.227,91 kr býttar út. Nýtslugjaldið verður býtt javnt
ímillum allar fráboðanir, ið lúka omanfyrinevndu treytir.

Evsta freist at senda Fjølriti fráboðan er fríggjadagin 8. januar 2021 klokkan 15:00. Tvær vikur eftir evstu freistina at boða frá fær fráboðarin svar um útlutaðu upphæddina.

Fyritreytir fyri útgjaldi

Upphavsrættarlógin leggur dent á, at peningurin, sum kemur inn, er ikki stuðul,
men løn fyri útint arbeiði. Tí er tað ein treyt, at upphavsfólkið skal hava givið
eitt verk út fyri 31. desembur 2018, og at tað er sannlíkt, at útgivna verkið er
brúkt á kommunalum stovnum í 2019.

1) Viðkomandi skal hava givið verk út* fyri 31. desembur 2018 til tess at fáa lut
í nýtslugjaldinum á hesum sinni.
* eitt verk er útgivið eftir grein 2 stk 2 í upphavsrættarlógini, tá ið tað er: 1) boðið alment til sølu, til láns, til leigu ella givið sum gáva, 2) sýnt fram alment, 3) framført alment.  

2) Upphæddin skal nýtast til at arbeiða við eini nýggjari verkætlan innan fyri sama øki sum útgivna verkið og innan eitt øki, Fjølrit í dag umsitur, sum
uppgivið fyri 1)
* økini, Fjølrit í dag umsitur, eru:
– tekstir (grein, yrkistekstur, fagurtekstur, týðing, yrking),
– mynd (myndlist, mynd) og
– nótar (sangtekstur, nótar).

3) Fyri bæði útgivna verkið og nýggju verkætlanina er galdandi, at eintøk av
verkinum antin eru framleidd í Føroyum, ella at tey eru framleidd uttanlands,
men ætlað til útgávu í Føroyum.

4) harumframt skal rættindahavarin hava skrásett seg hjá Fjølrit sum
rættindahavara, áðrenn umsóknin verður send. Ert tú ikki frammanundan
skrásett/ur sum rættindahavi, ger tað fyrst her.

Leinkja til fráboðan: https://fjoelrit.fo/skifti-av-nytslugjaldi/skifti-av-nytslugjaldi-2019-kommurnar/