Rasmus Effersøe, Súsanna Helena Patursson og Jákup Dahl – hvat hava tey í felag? Verkini hjá hesum skapandi fólkunum eru vorðin almannaogn.
Tað merkir, at tú frítt kanst brúka eitt nú «Meg minnist úr gomlum søgum», sum Rasmus Effersøe hevur yrkt, uttan at rinda arvingunum gjald fyri nýtsluna.
Og nú ber til at síggja eitt samlað yvirlit yvir persónar, hvørs verk eru vorðin almannaogn. Á heimasíðuni hjá Fjølrit finst eitt yvirlit yvir skapandi persónar, hvørs verk eru almannaogn.
Verk gerast almannaogn, tá ið skapandi fólk hava verið deyð í 70 ár.