Filmur um upphavsrætt á Bókadøgunum

Á Bókadøgum verður høvi hjá børnum og barnsligum sálum at síggja stuttliga og ævintýrliga filmin Coco (2017), um familju, vinir og list.  Tað er upphavsrættarfelagskapurin Fjølrit, ið hevur tikið stig til at vísa filmin á Bókadøgunum – og hví tað? Jú, tí hóast tað ikki verður beinleiðis nevnt í filminum, so er týdningurin at verja upprunalist og … Læs mere

Vitlíki og upphavsrættur

Fjølrit sendi 2/10/2024 Almanna- og mentamálaráðnum soljóðandi skriv viðvíkjandi vitlíki og upphavsrætti: VITLÍKI OG UPPHAVSRÆTTUR Fjølrit er sum kunnugt rættindahavafelagsskapur, sum umsitur rættindini hjá rættindahavum innan listagreinirnar tekst, nótar og myndir. Talgilding og menning av vitlíki hevur seinastu árini elvt til nýggjar mátar at brúka varda tilfarið hjá hesum bólkum av listafólkum, og tað skapar … Læs mere

Loyvið hjá Fjølriti endurnýggjað

Almanna- og mentamálaráðið hevur endurnýggjað loyvið hjá Fjølriti at virka sum upphavsrættarfelagsskapur. Loyvið er galdandi frá 1. apríl 2024 til 31. mars 2029. Í løgtingslóg nr. 30 frá 30. apríl 2015 um upphavsrætt, § 40, stendur, at felagsskapur, sum umboðar upphavsmenn innan ávísa listagrein, skal hava loyvi frá landsstýrismanninum til tess at útinna sítt virksemi … Læs mere

Niels Kruse vorðin almannaogn

Fjølrit hevur dagført yvirlitið við upphavsfólkum, hvørs verk eru vorðin almannaogn í 2024.  Tann helst kendasti av teimum fimm upphavsfólkunum, sum eru komin afturat í yvirlitinum í ár, er Niels Kruse (1871-1953), listamálarin, av Eiði. Hini fýra eru J.M. Hentze (1855-1953), løgtingsmaður, av Sandi, Gulak Jacobsen (1870-1953), prestur, av Kirkju, Rikard Jensen (1914-1953) úr Vági, … Læs mere