Norðurlendskur stórfundur í Stockholm
29.-31. august vóru stjórnin og umsitarin á árliga norðurlendska stórfundinum fyri upphavsrættarmeginfeløgini í Stockholm. Tað er nógvur røringur í ES viðvíkjandi upphavsrætti, og tað fylti allan tann fyrsta dagin. Við boðskrivinum Digital Single Marked er endamálið bæði at dagføra upphavsrætt, at viðgera nýggja tøkni og at gera tað meira einsháttað fyri øll ES limalond. Tað eru tó nógvir áhugapartar, sum arbeiða við, hvussu upphavsrættur í roynd og veru virkar í ymsu londunum. T.d. hava Norðurlond í nógv ár havt væl virkandi skipanir við upphavsrættarmeginfeløgum, sum gera avtalu við land, kommunur og privatar stovnar, og so eru fyritøkurnar, sum seinastu árini hava gjørt stóran handilsskap burtur úr nýggjari tøkni og millum annað listarligum tilfeingi. Sum dømi kann nevnast, hvussu leitisíður fylla tíðindainnihald á sín leitara við at leinkja til ymiskar tíðindasíður. Mett verður, at ein av kendu tøknifyritøkunum brúkti um 60 milliardir dollarar til at ávirka EU politikkarar í 2017.
B-avtala við Ísland
Fyrsti dagurin var hendingaríkur fyri Fjølrit, tí vit skrivaðu undir B-millumlandaavtalu við Fjølís í Íslandi. Hetta er dagføring av gomlu avtaluni frá 1996. Nýggja avtalan er eftir avtalufrymli frá IFRRO (International Federation of Reproduction Rights Organisations).
Nýggj tøkni og nýggj rák
Ein áhugaverd sannroynd er, at orsøkin til, at ein sangur, sum er talgildur og verður mettur at kosta 1$, er, at Apple mátti gera ein prís, tá ið Tunes varð veruleiki í 2001. Virðið hevur ein tøknifyritøka sett á – ikki tónleikaheimurin. Hetta vil felagið Riteband gera um og við sínari tøkni gera tað møguligt at seta pening í tónleik, líka sum peningur kann verða settur í t.d. eina tøknifyritøku.
Í tíðindaheiminum er tøknin um at broyta rákið frá, at lýsingar rinda fyri innihaldið, og lesarin fyri útbreiðsluna. Fleiri nýggj rák síggjast. T.d. er granskandi journalistikkur oftari í morgunblaðnum og í pappírsútgávu, og ansvekjandi tíðindi í kvøldblaðnum og í talgildari útgávu. Granskandi journalistikk má lesarin oftast rinda fyri, og innihaldið kann vera býtt í fleiri vørur, sum lesarin kann keypa. Ansvekjandi tíðindi bera dám av at fáa lesaran at vitja heimasíðuna ofta og at klikkja nógv. Eisini sokallaðir bottar verða brúktir, har uppskriftin er eitt forrit og stórir dátugrunnar, og so kunnu tíðindi verða gjørd uttan at blaðfólk skriva.
Alt hetta er nakað, sum onkursvegna nemur við upphavsrætt.
Fjølrit síðan seinast
Øll meginfeløgini løgdu fram ársfrágreiðingar. Kopiosto í Finlandi greiddi frá síni bókaverkætlan, sum skal stimbra skúlabørnum at lesa saman og tosa um innihald. Kopiosto kann seta pening av til slík mentanarlig tiltøk, tí teirra viðtøkur og finska upphavsrættalógin gevur loyvi til tess.
Í 2017 snúði frágreiðingin hjá Fjølrit seg um dreymamyndir og ætlanir, tí felagið hevði mestsum ligið lamið í trý ár. Ársfrágreiðingin hesa ferð kundi vísa á, hvussu fleiri av hesum ætlanum eru ella eru um at gerast ítøkiligar. Ímillum teirra er avtalan við Mentamálaráðið vegna hægri- og miðnámsskúlar og próvstovuna, heimasíða, fólk sett í starv, avtalufrymilin við Kommunufelagið, sum Runavíkar kommuna hevur skrivað undir.
Fjølrit vertur í 2019
Sum siður er endaði stórfundurin við at boðið varð til næsta stórfund, og hann verður í Føroyum 16.-18. septembur 2019.