Fjølrit sendi 2/10/2024 Almanna- og mentamálaráðnum soljóðandi skriv viðvíkjandi vitlíki og upphavsrætti:
VITLÍKI OG UPPHAVSRÆTTUR
Fjølrit er sum kunnugt rættindahavafelagsskapur, sum umsitur rættindini hjá rættindahavum innan listagreinirnar tekst, nótar og myndir.
Talgilding og menning av vitlíki hevur seinastu árini elvt til nýggjar mátar at brúka varda tilfarið hjá hesum bólkum av listafólkum, og tað skapar avbjóðingar í sambandi við umsitingina av upphavsrættindunum.
Nú aðrir bólkar í samfelagnum í felags skrivi til Landsstýrið heita á politikarar um at taka støðu til vitlíki, vilja vit kunna um, at vit í Fjølriti taka undir við, at Føroya Landsstýri eigur at taka stig til at seta vitlíki á breddan.
Vit ynskja tó eisini at gera vart við, at umframt spurningar sum trygd og álit, er tað av stórum týdningi, at upphavsrætturin verður tikin við, tá ella um politiska skipanin fer undir at viðgera vitlíki og tær avbjóðingar, sum fylgja við tøknini.
Vit í Fjølriti eru sjávsagt fús at vera við í hesum arbeiði, um brúk er fyri tí.
Vegna Fjølrit
Helle Thede Johansen
forfólk / chairperson