Filmur um upphavsrætt á Bókadøgunum

Á Bókadøgum verður høvi hjá børnum og barnsligum sálum at síggja stuttliga og ævintýrliga filmin Coco (2017), um familju, vinir og list.  Tað er upphavsrættarfelagskapurin Fjølrit, ið hevur tikið stig til at vísa filmin á Bókadøgunum – og hví tað? Jú, tí hóast tað ikki verður beinleiðis nevnt í filminum, so er týdningurin at verja upprunalist og … Læs mere

Vitlíki og upphavsrættur

Fjølrit sendi 2/10/2024 Almanna- og mentamálaráðnum soljóðandi skriv viðvíkjandi vitlíki og upphavsrætti: VITLÍKI OG UPPHAVSRÆTTUR Fjølrit er sum kunnugt rættindahavafelagsskapur, sum umsitur rættindini hjá rættindahavum innan listagreinirnar tekst, nótar og myndir. Talgilding og menning av vitlíki hevur seinastu árini elvt til nýggjar mátar at brúka varda tilfarið hjá hesum bólkum av listafólkum, og tað skapar … Læs mere

Sløk hálv millión klár at býta út

Fjølrit býtir nú út kr. 490.141,29 til rættindahavarar at framleiða nýggjar útgávur, nýggjar framsýningar og aðra nýgjørda framleiðslu fyri innan øki, ið Fjølrit umsitur. Upphæddin stavar frá gjaldinum fyri brúk innan skúlaverkið sum heild í 2020, sum tað ikki hevur borið til hjá Fjølriti at rinda út á annan hátt, og sum tí frá 1. … Læs mere

Loyvið hjá Fjølriti endurnýggjað

Almanna- og mentamálaráðið hevur endurnýggjað loyvið hjá Fjølriti at virka sum upphavsrættarfelagsskapur. Loyvið er galdandi frá 1. apríl 2024 til 31. mars 2029. Í løgtingslóg nr. 30 frá 30. apríl 2015 um upphavsrætt, § 40, stendur, at felagsskapur, sum umboðar upphavsmenn innan ávísa listagrein, skal hava loyvi frá landsstýrismanninum til tess at útinna sítt virksemi … Læs mere