Fá lut í nýtslugjaldinum frá kommununum fyri 2020

Rættindahavar kunnu nú fáa part av nýtslugjaldinum fyri verk, brúkt á kommunalum stovnum í 2020.  Puljan hesa ferð er kr. 586.741,05, og fevnir um fjølritan innanhýsis og til undirvísing á stovnum, ið kommunan varðar av, til dømis fólkaskúlum, musikkskúlum, kvøldskúlum, barnagørðum og annað. Nýtslugjaldið verður býtt javnt ímillum allar fráboðanir, ið lúka treytirnar fyri at … Læs mere

Vinnararnir trektir til Spurnakanningina í fólkaskúlanum 2021

Spurnakanningin í fólkaskúlanum 2021 er nú liðug. Inn komu 163 svar og av teimum valdu 43 eisini at vera við í lutakastinum um 6 skúlavitjanir. Teir hepnu vinnararnir eru: skúlavitjan við forlagnum Fannir: Mary-Ann Anthoniussen skúlavitjan við miðlamanninum Jón Brian Hvidtfeld: Oda Sonja á Fríðufløtum skúlavitjan við myndlistakvinnuni Rannvá Holm Mortensen: Tór-Ingar Akselsen skúlavitjan við … Læs mere

Boða frá um at fáa part av nýtslugjaldi 2017

Rættindahavar, ið Fjølrit umboðar – tekst, mynd og nótar – kunnu nú boða frá um at fáa part av nýtslugjaldinum frá 2017. Rættindahavar senda inn upplýsingar við at fylla út frymilin “Skifti av nýtslugjaldi 2017” á heimasíðuni hjá Fjølrit. Puljan stavar frá pengum, sum eru fyrnaðir, tí meira enn 3 ár eru liðin, síðan verkini … Læs mere

FjølNám – ein lærupallur um upphavsrætt

Eitt nýggj heimasíða skal læra lærarar og læraralesandi um upphavsrætt. Leingi hevur verið tosað um talgilda búgving í fólkaskúlanum, og tí hava Nám og Fjølrit í felag tikið stig til FjølNám. FjølNám er ein talgildur pallur á netinum, sum verður tøkur í summar. Tá fer at bera til at fáa nógva vitan um upphavsrætt á … Læs mere