Í morgun, fríggjadag 16. novembur, settu Atli K. Petersen og Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, sínar undirskriftir á avtalu um at brúka vard verk eftir frymlinum, sum semja er um við Kommunufelagið. Tað merkir, at í Sørvágs kommunu kunnu vard verk verða brúkt lógliga bæði innanhýsis í kommununi og í undirvísing.
Innanhýsis brúk er til dømis at taka avrit av eini grein og býta hana út til øll starvsfólkini. Undirvísingarbrúk merkir til dømis at ljósrita eina mynd og vísa í uppvørpu fyri einum flokki í Sørvágs skúla. Avtalan fevnir eisini um barnagarðar og dagstovnar, tá ið sangtekstir verða býttir út til børnini.
Nú avtala er gjørd við báðar kommunurnar í Vágum, er eisini alt komið í rættlag viðvíkjandi felags undirvísingartilboðum, til dømis at avrita nótar til næmingar í Musikkskúlanum í Vágum.
Bæði fyri innanhýsis- og undirvísingarbrúk er ársgjaldið 200 kr fyri hvønn fólkaskúlanæming, sum hoyrir heima í Sørvágs kommunu.
Ársgjaldið verður, eftir at umsitingarútreiðslur eru drignar frá, goldið upphavsfólkum sum brúksgjald.
Fjølrit gleðir seg til gott samstarv.