Tíðindaskriv frá Fuglafjarðar kommunu, 26. oktobur 2018
Nú kunnu undirvísarar í Fuglafjarða Kommunu lógliga taka avrit av vardum verkum. Við avtalu við Fjølrit verður brúkið skrásett, og rættindahavin fær viðurlag afturfyri. Fuglafjarða Kommuna er tí við til at tryggja livibreyðið hjá teimum, sum skapa verk.
Nýttur verður avtalufrymilin, sum Kommunufelagið viðmælir. Avtalan varir í 2 ár, og endamálið – umframt at rættindahavar fáa viðurlag – er at leggja lunnar undir eina langtíðaravtalu.
Ólavur Larsen, formaður í Mentamálum, er sera væl nøgdur við at fáa avtaluna undirskrivaða við Fjølrit, tí Fuglafjarðar Kommuna skal til eina og hvørja tíð stuðla og menna føroyska mentan. Bókmentan og list er ein stórur partur av okkara samleika, og tað mugu vit sum kommuna varðveita og menna saman við Fjølrit og teirra limum. Vit síggja fram til samstarvið og vóna at hetta er byrjanin til eitt langt og gevandi samstarv við Fjølrit.
Fuglafjarðar kommuna