Nordisk upphavsrättsmøte 2018

Marika B Lagercrantsz frá KLYS ynskti vælkomin við at vísa fram eitt listaverk, har uppgávan var at ímyndaði upphavsrætt. Listaverkið er gjørt av Designduon Transfer.

23. novembur var Heidi, umsitarin, á norðurlendskari ráðstevnu um upphavsrætt fyri høvundar og leikarar. Hetta er netverk, ið byrjaði í 2009 í Keypmannahavn. Vertur hesa ferð er KLYS, ið er systurfelag hjá LISA í Føroyum.

Nýtt úr Norðurlondum

Í landafrágreiðing greiddi Martti Kivistö úr Finlandi frá, at avtala er gjørd við finska skattavaldið um, at rættindahavar kunnu fáa sítt viðurlag útgoldið til sína fyritøku. Frammanundan hevði reglan verið, at av tí at rættindi eru persónlig, so kundu viðurløg bara verða goldin persóni.
Eisini var Marrakesh sáttmálin, sum er ein ES samtykt um undantøk í upphavsrættarlógini fyri fólk við serligum tørvi, td blind, nú settur í verk í Finlandi.

Francisca Aas frá NOPA í Noreg greiddi frá, at hóast Noreg ikki er í ES, so mugu tey halda ES-reglur fyri at kunna samstarva.

Úr Føroyum greiddi Heidi frá, at Fjølrit hevði ein avtalupart, landstýrið, ið fevndi um allar undirvísingarstovnar í landinum, men nú fer Fjølrit nú at hava oman fyri 30. Tann eini er Mentamálaráðið, ið umfatar hægri- og miðnámsútbúgving og próvstovuna, 29 kommunur eru , og so er Fjølrit eisini í samráðingum við KvF um avtalu at brúka skaldsøgur og annað tilfar til upplestur.
Eisini fegnast Fjølrit um, at LISA vann kappingina um at brúka Hoydalar og væntar, at tað fer at gagna listalívinum stórliga.

Digital Single Marked

Eisini henda ráðstevnan hevði Digital Single Marked ES boðskrivið á skránni. Okkurt nýtt hendir allatíðina, og eisini komu nýggj sjónarmið fram. Patrick Sundberg frá svenska løgfrøðiliga ráðnum greiddi frá, at endamálið við grein 13 er at bøta um “The Value Gap”. Við virðisgjónna meinast, at tað er tøkni, sum tjenar nógvan pening og kallar seg miðil, uttan at rættindahavar til tilfarið fáa nakað burtur úr tí. Tað greiðasta dømi er Youtube. Tískil er Google, sum eigur YouTube sera ørkymlað um grein 13, tí hon vil broyta teirra handilsmodell. Í ES er fokus á at finna javnvág ímillum linnandi umstøður, til dømis at gera verk algongd hjá almenningi og ábyrgd, til dømis at tryggja, at upphavsfólk hava eitt livibreyð, so tey halda fram at skapa lisst

Til endans var orðaskifti um, hvørt DSM kann gerast liðugt við sitandi ES stjórn, ella um næsta stjórnin má yvirtaka arbeiði, av tí at val er í mai. Um DSM skal gerast liðugt við hesari ES stjórnini, skal tað vera seinast í mars. Beint nú bendir lítið á, at so verður.

Lisa Stålspets frá Stim í Svøríki
Lisa Stålspets frá Stim í Svøríki

Handilsmodell

Eftir miðmála vóru tríggjar framløgur við hvør sínum handilsmodelli og lýstu sínar tankar um, hvørji góð ráð tey vildu geva rættindafelagskapum.

Rættindafelagskapir í “media business”

Malte Adreasson frá United Screens lýsti, hvussu handilsmodellið fyri lýsingafíggjað innihald er broytt seinastu árini við nýggjari tøkni. Fyrst og fremst eru fleiri lið sameind. Malte tók samanum við at siga, at rættindafelagskapir mugu vera tilvitaðir um, at teir nú eru partur av “Media business” og má seta seg væl inn í hetta virkisøkið fyri at tryggja, at avtalur fevna um tað brúk, tær skulu fevna um, og vegleiða rættindahavar í at skráseta seg rætt í sambandi við brúk, sum ikki er fevnt av avtalum.
Um rættindahavi ikki skrásetir síni rættindi á rættan hátt, fær viðkomandi ongar pengar.

Malte vísti eitt dømi, har ein svenskur filmur ólógliga er upploadaður til YouTube (allur filmurin) og hevur 314.000 vísingar. Hvør fær pengarnar? ikki YouTube, men Warner Music, tí at ein sangur, sum er brúktur í filminum, er skrásettur á rættan hátt.

Tað danska modellið

Christine Vestergård Hüttel greiddi frá danska rættindafelagskapinum Create Denmark, sum arbeiðir fyri at fáa avtalur í lag við tær stóru stroymingafyritøkurnar. Tá ið filmar vera gjørdir í Danmark er siðvenja, at leikarar og filmslið annars eisini átaka sær ein part av váðanum við at taka um 20-25 % lægri løn, meðan filmurin verður gjørdur, afturfyri at varðveita ein part av rættindunum, so um filmurin tjenar meir pening, so fáa rættindahavarnir viðurlag, og tað merkir fulla løn.
Hetta handilsmodellið er komið undir stórt trýst frá stroymingafyritøkunum, tí tær keypa danskar filmar til tann lægra kostnaðin við øllum rættindinum til filmin, so leikarnir ikki kunnu forvinna fulla løn
Create Denmark hevur til endamáls at tryggja “tað danska modellið”.

Stim

Til seinast lýsti Lisa Stålspets frá Stim í Svøríki, sum er systurfelag til danska Koda, tey nýggju krøvini, tey hava frá bæðu brúkarum og rættindahavum anno 2018:
– One stop shop (alt skal kunna verða gjørt á einum stað)
– Ease & speed (tað skal vera lætt og skjótt)
– Global solution (tað skal galda allastaðni)
– Transparency ( brúk og pengur skal kunna slóðast allan vegin)
– Modern technology (tøknin broytist alsamt, og neyðugt er at fylgja við)

Stim arbeiðir við at lúka hesi krøv við at
– Savna kreftirnar fyri at tryggja løgfrøðiliga vissu ígjøgnum DSM
– Fáa meira kunnleika um marknaðarmenningina
– Tryggja búskapin við at gera nýggj loyvi- og avtalumodell
– Hold Your Ground – Statt stinn(ur)!

Til endans

Í kjakinum til endans kom fram, at amerikarar hava góð avtalumodell við Netflix & HBO, sum geva pening til rættindahavararnar. Tann stóra avbjóðingin er, at allir partar hava tagnarskyldu, so tey kunnu ikki breiða sína royndir til onnur.

At enda bjóðaði Mette Møller til ráðstevnu í Noregi næsta ár.