Rættindahavarar kunnu nú senda inn fráboðan um at fáa lut í puljuni frá miðnámi, hægri lestri og Próvstovuni, fyri brúk av vardum verkum skúlaárið 2020/21.
Hesa ferð er puljan kr. 384.348,15, sum verður býtt javnt millum allar fráboðanir, ið lúka ásettu treytirnar.
Evsta freist at senda fráboðan er fríggjadagin 13. oktober 2023 kl. 15.00. Svarað verður um endaligu upphæddirnar umleið tvær vikur eftir fráboðanarfreistina.
Leinki til fráboðan: https://fjoelrit.fo/skifti-av-nytslugjaldi/skifti-av-nytslugjaldi-fra-midnam-haegri-lestri-og-provstovuni-2021/