Á altjóða ráðstevnu í Brussel herfyri skrivaði Fjølrit undir sáttmála við finska rættindafelagsskapin Kopiosto um at avrokna rættindapening.
Fjølrit og Kopisto
Tann 28. mai vóru umboð fyri Fjølrit við á árligu altjóða ráðstevnuni, sum IFRRO (International Federation of Reproduction Rights Organisations) skipar fyri. Hetta er ráðstevna, har umboð fyri felagsskapir, ið umsita upphavsrætt, hittast. Tað var á hesi ráðstevnu, at sáttmálin millum Fjølrit og Kopiosto varð undirskrivaður. Atli K Petersen, formaður fyri Fjølrit og Valtteri Niiranen, forstjóri fyri Kopiosto, settu síni nøvn á skjalið.
B-avtala
Hetta er ein sonevnd B-avtala, sum merkir, at Fjølrit og Kopiosto viðurkenna hvør annan sum lógligan felagsskap og geva hvør øðrum loyvi til at umsita nýtslu av vardum verkum hvør hjá øðrum.
Tá ið avritað verður úr føroyskari bók í Finnlandi, til dømis til undirvísingarnýtslu, er tað Kopiosto, sum stendur fyri at krevja viðurlag fyri nýtsluna, men peningurin verður verandi í Finnlandi. Tá ið avritað verður úr finskari bók í Føroyum, er tað Fjølrit, sum stendur fyri at krevja viðurlag fyri nýtsluna. Hesin peningur verður verandi í Føroyum og kann koma føroyskum upphavsrættarfólki til góðar.
Avtalan verður endurskoðað um 2 ár.
Fjølrit hevur nú millumlanda B-avtalur við
- Danmark: CopyDan Tekst og Node.
- Noreg: Kopinor.
- Ísland: Fjölís.
- Svøriki: Bonus.
- Finnlandi: Kopiosto
Arbeitt verður við at gera fleiri avtalur um at avrokna rættindaviðurløg við fleiri lond.