Altjóða samstarv

Fjølrit hevur fleiri millumlanda sáttmálar
Fjølrit hevur fleiri millumlanda sáttmálar, sum nágreinir hvussu farast skal fram.

Umframt at gera avtalur við skúlar, almennar stovnar, fyritøkur og onnur í Føroyum ger Fjølrit eisini millumlanda sáttmálar.

Í millumlanda sáttmálum verður avtalað, hvussu farast skal fram, endurgevur og nýtir brúkari í Føroyum verk hjá rættindahava í hinum sáttmálalandinum og øvugt.

 

Tvey sløg av millumlanda sáttmálum

Í A-sáttmálum verður avtalað, at føroyskir rættindahavar fáa viðurlag, verða verk teirra nýtt í hinum sáttmálalandinum. Somuleiðis skulu vit rinda viðurlag til hitt sáttmálalandið, um vit í Føroyum nýta verk hjá rættindihava í tí landinum.

Í B-sáttmálum verður avtalað, at viðurløgini verða verandi í tí landinum, har verkið er nýtt. Hesar avtalur hava við sær, at um verk hjá føroyingi verður nýtt í øðrum landi enn Føroyum, verður viðurlagið verandi í tí landinum. Í Føroyum varðveita vit viðurløg fyri verk, ið vit hava nýtt, men sum rættindahavar í hinum sáttmálalandinum eiga. Hesin peningur er “harraleysur” og kann verða útlutaður til føroyskar rættindahavar. Sí reglugerð fyri útlutan.

Fjølrit hevur hesar millumlanda B-sáttmálar:

  • Danmark: CopyDan Tekst og Node.
  • Noreg: Kopinor.
  • Ísland: Fjölís.
  • Svøriki: Bonus.
  • Finnland: Kopiosto.

Altjóða samstarv

Fjølrit er limur í IFRRO, the International Federation of Reproduction Rights Organisations, og tekur við hesum lut í altjóða samstarvi. Okkara millumlandasáttmálar eru grundaðir á hetta samstarv.