
Fjølrit hevur saman við sínum fimm norðurlendsku systurfeløgum ment tríggjar meginreglur fyri, hvussu generativt vitlíki kann verða brúkt, soleiðis at tað bæði eggjar til nýskapan og virðir upphavsrættindini.
Tey seks feløgini, Bonus (Svøríki), Tekst & Node (Danmark), Kopiosto (Finnland), Fjølrit (Føroyar), Fjölís (Ísland) og Kopinor (Norra), umboða norðurlendskar rættindahavarar, hvørs tekstir, nótar og myndir verða brúkt til at menna og venja vitlíki við.
Feløgini greiða í felags yvirlýsingini frá, hvat fyritøkur, stovnar og onnur, sum menna og venja vitlíki til ymiskt brúk, eiga at gera fyri at virða upphavsrættin í sínum arbeiði. Tey eiga eitt nú at:
- Skapa gjøgnumskygni um, hvat tilfar tey brúka til at menna og venja vitlíki við
- Tryggja sær, at øll neyðug loyvi eru fingin frá rættindahavarum til at brúka tilfarið
- Bjóða rættvíst viðurlag til rættindahavararnar fyri at brúka teirra tilfar
Alt hetta kunnu tey tryggja sær við at gera avtalu við felagsskap, sum umboðar rættindahavararnar í landinum, har brúkið fer fram.
Felagsskrivið, sum er á enskum, ljóðar: